Í nátt var tað lívshættisligt at fara til arbeiðis

Um eina løtu verður koyrandi aftur til Selatraðar

Hendan myndin er av Selatrað í morgun og sum tað sæst er vegurin tann blanki ísur
Áki Bertholdsen
2. desember 2023 kl. 11:00

Sum vit hava skrivað í morgun, varð vegurin til Selatraðar stongdur í morgun og hann er stongdur enn. Hann varð stongdur eftir at ein saltbilur hjá Landsverki gleið út av vegnum.

Les meiri um tað í eini grein oman fyri.

Àrni Jacobsen, økisleiðari hjá Landsverki, sigur, at í nátt var tað slíkt gjellifrost, at tað var tað beinleiðis lívshættisligt hjá teimum at fara til arbeiðis.

Men teir teir leggja nógv fyri, tí fyri samfelagið er tað alneyðugt at tað er koyrandi.

Hann sigur, at í morgun er ein saltbilur kortini farin til Selatraðar, og teir eru farnir undir at salta. Har er framvegis gjellifrost, so teir mátti snigla seg til Selatraðar við størsta varsemi.

Hann sigur, at tað er ein løta síðani at tey komu til Selatraðar og tey eru farin undir saltingina og hann væntar at tað verður koyrandi um døgurðatíð.

Tey máttu eisini á Kaldbaksvegin at salta í úrtíð mitt í nátt, tí har hendi eitt ógvusligt ferðsluóhapp.

Eisini tað kanst tú lesa um í eini grein oman fyri.

Hóast Landsverk ikki fer at salta fyrr enn klokkan fimm um morgunin, fóru tey kortini á Kaldbaksvegin klokkan eitt í nátt at salta, tí har var so hált, at tey stúrdu við fyri eini vanlukku.

Eisini á Vestmannavegnum var galið í nátt, tí har stóðu fleiri bilar oman fyri bygdina tí tey hættaðu sær ikki tað seinasta strekkið oman í bygdina fyrr enn Landsverk hevði verið og saltað.

Myndina hevur Landsverk tikið á Selatrað nú fyrrapartin og har fæst ein hóming av, hvussu hált tað er.