Í nátt hittast Biden og Trump til beinleiðis sjónvarpskjak

Eftir at hava ført kríggj úr hvør sínari skotgrøv í fleiri mánaðir, hittast Donald Trump, forseti, og hansara demokratiska mótvalevnið, Joe Biden, til beinleiðis sjónvarpskjak í nátt. Retorikkari er spent til kjakið

Sigurjón Einarsson
29. september 2020 kl. 22:12

Korona, fíggjarkreppa, borgaraligur ófriður og ein uppgerð við stovnsfesta rasismu – og nú eisini kjakið, sum er komið í kjalarvørrinum av deyða hægstarættardómarinum, Ruth Bader Ginsburg. Tað er eitt spjatt USA, ið fer at leggja eygu og oyru til fyrra sjónvarpskjakið av tveimum millum Trump og Biden. Hetta hendir klokkan tvey í nátt føroyska tíð.

Eitt av evninum verður væntandi nýggja frágreiðing frá New York Times, ið avdúkar kreativu mátarnar hjá Trump at sleppa undan at gjalda skatt av inntøku. Íalt eru tað seks evni, sum teir báðir skulu kjakast um: Politiska søgan hjá Trump og Biden, Hægstirættur, koronafarsóttin, rasuskilnaður og harðskapur úti á gøtuni, búskapur og so rættvísi í sjálvum forsetavalinum.   

Biden førir

Sambært amerikonskum miðlum, so síggja ráðgevar hjá Trump hetta sjónvarpskjakið sum ein gyltan møguleika at vinna seg inn á Joe Biden, ið førir í veljarakanningunum. Seinasta kanningin frá hagstovuni, FiveThirtyEight sigur, at 50,2 prosent høvdu valt Biden, meðan 43,2 prosent høvdu valt Trump, um val var nú.  

Amerikanskir tíðindamiðlar vilja eisini vera við, at Trump, forseti, ikki hevur fyrireika seg væl til sjónvarpskjakið og hevur heldur álit á sær sjálvum til at vera klárur við hvøssum aftursvarum. Tann 74-ára gamli Trump hevur m.a. kallað sítt 77-ára gamla demokratiska valevnið fyri “Sleepy Joe”, og í eini samrøðu við Fox News í síðstu viku segði Trump, at Biden átti at tikið eina dopingtest áðrenn sjónvarpskjakið.

- Á tann hátt fáa vit vissu fyri, at hann ikki hevur tikið nakað stimbrandi, ið ger hann meira skarpan, helt Trump.   

Joe Biden, ið til tíðir hevur verið óheppin í samrøðum, hevur, sambært ráðgevum, lisið væl uppá. Hann ætlar sær at vera afturhaldandi og ikki lata seg øsa av ágangandi framferðini hjá Trump.  

Retorikkari er spent til sjónvarpskjakið

Eydna Skaale, ið er cand. mag. í retorikki, er spent til dystin millum Trump og Biden, hóast hon nokk ikki fer at fylgja við beinleiðis í nátt.

- Tað verður spennandi at síggja, hvør fer at stýra kjakinum. Og hvat finnur Trump uppá? Tað veit mann ongantíð, greiðir Eydna frá.

Bæði Trump og Biden eru kendir fyri,  at teir ikki altíð duga so væl at orða seg og báðir tala tíl tíðir óskilliga. Tí verður tað eisini spennandi fyri Eydnu, hvat fyri orðaval bæði valevnini fara at brúka.

- Biden stendur fyri tí trygga og fer nokk at hava fokus á tryggleikan, meðan Trump fer at svara aftur við sínum “one liners”, sigur hon.

- Og hvør vinnur? Tað fer at hava týdning fyri kjak nummar tvey, tí seinna sjónvarpskjakið handlar ofta um kjakið um kjakið.

Her eru nøkur brot frá nøkrum sjónvarpskjakum, ið eru blivin kend.

Her sært tú kenda “one liner” hjá Reagan, tá hann vendi ein spurning til sín egna fyrimun:

- Eg vil ikki nýta ungdómin og manglandi royndirnar hjá mínum mótstøðumanni móti honum.  

Her er tað Barack Obama, ið ákærdi Mitt Romney fyri at liva í fortíðini.

Og so má Trump eisini takast við, tá hann bersøgin helt, hvar Hillary Clinton hoyrdi heima.

Sjónvarpskjakið byrjar klokkan tvey í nátt føroyska tíð.