

Nú verða prísirnir á ferðaseðlum hjá Strandferðsluni, broyttir. Tað sigur Dennis Holm, landsstýrismaður í samferðslumálum.
Í langa tíð hevur Strandferðslan arbeitt við eini nýggjari prísskipan fyri ferðaseðlar, men tað er drigið út.
Og hevur Karlot Hergeirsson, tingmaður fyri Framsókn, fregnast eftir, hvussu tað gongur við hesum arbeiðið.
Dennis Holm sigur, at fyrireikingin er komin undir land og ætlanin er at seta nýggju prísirnir í gildi um ein mánað, ella hálvan mars.
Samstundis er ætlanin at ferðafólk skulu kunna bíleggja sær ferðaseðil á internetinum, so øll viðurskifti eru avgreidd, tá fólk koma umborð.
Dennis Holm sigur, at broytingarnar verða í samsvari við tað, sum er sett í samgonguskjalið. Har stendur, at prísskipanin hjá Strandferðsluni verður endurskoðað fyri at javnseta fólk í ymsu pørtunum í landinum. Prísir fyri útlendsk ferðafólk verða somuleiðis endurskoðaðir.
Strandferðslan hevur áður ført fram, at endamálið er, at tey, ið ferðast ofta, fáa skulu fáa ein munandi avsláttur við at útvega sær eitt árskort. Her verður eisini hugsað um tey, sum ferðast nógv í arbeiðsørindum.
Samstundis er ætlanin, at fólk, sum ikki eru skrásett at búgva í Føroyum, skulu rinda nokk so fitt meiri fyri ferðaseðilin,