Í morgin fara tey á Argjum at minnast Kristian Martin

1. DEILD: Síðsti heimadysturin hjá AB verður í morgin, tá ið FC Suðuroy verður gestur inni í Vika

ab.fo
18. oktober 2024 kl. 19:40

Í morgin spælir AB sín seinasta heimadyst í hesum kappingarárinum, tá ið FC Suðuroy kemur á vitjan í 26. og næstsíðsta umfari í 1. deild.

Hetta er fyrsti dystur, sum AB spælir, síðani okkara trúfasti vinur, stuðul og fyrrverandi nevndarlimur, Kristian Martin Skála, andaðist 4. oktober, 51 ára gamal.

Kristian Martin setti sín dám á og skapti eitt serlig huglag, har hann var. Hann hevur tikið ódnartøk fyri ítróttarfeløgini á Argjum, og eitt av hansara hjartabørnum var AB. Tríggir av synum hansara, Bjarni, og tvíburabeiggjarnir, Ragnar og Rógvi, eru allir kendir AB-leikarar, sum eru uppvaksnir í felagnum. Bjarni og Rógvi spæla enn við AB, meðan Ragnar í løtuni spælir við Skála.

Í morgin spæla AB-spælararnir við svørtum syrgibandi umframt, at tøgn verður í ein minutt undan dystarbyrjan til minnis um Kristian Martin.

Um sjálvan dystin er at siga, at misjøvnu úrslitini hjá okkum síðstu tíðina hava gjørt, at uppflyting til Betrideildina ikki er í okkara hondum. Møguleikin er tó framvegis til staðar.

Vit hava ein heilt minimalan møguleika fyri at flyta beinleiðis upp, um øll úrslit hjá B36, TB og B71 ganga okkara veg. Útlitini fyri, at vit kunnu fáa ein upp-og niðurflytingardyst eru eitt sindur betri, men so skulu bæði TB og B71 snáva tvey tey síðstu umførini.

Tað einasta, ið vit kunnu gera, er at vinna okkara síðstu tveir dystir. So mugu vit fáa at síggja, hvussu langt tað røkkur.

FC Suðuroy er á einum hugaligari staði enn vit á stigatalvuni. Vinna suðuroyingarnir dystin í morgin, so er uppflytingin í Betrideildina komin í hús. Endar tað við javnleiki, so skal nógv henda millum himmal og jørð, um FC Suðuroy ikki skal flyta beinleiðis upp.

Eitt er vist - okkara leikarar hava tørv á tínum stuðli kl 15:30 inni í Vika leygardagin, skrivar AB.