Í minsta lagi 13 fólk deyð, tá ein lyfta datt niður í Piemonte har norðuri í Italia

Tvey børn flutt á sjúkrahús við álvarsligum skaðum.

Dan Lamhauge
23. mai 2021 kl. 19:02

Tað var í morgun, at vanlukkan hendi. Kabinulyftan flytir ferðafólk teinin frá býnum Stresa niðri í dalinum og niðan á fjallið Mottarone. Túrurin við lyftini tekur 20 minuttir. Hon var næstan komin heilt niðaná, tá hon datt 20 metrar beint niður í ein skráning og fór á bólt.

Óvist er, hvussu nógv fólk var í lyftini, tá vanlukkan hendi. At byrja við varð tosað um 9 fólk, men sum dagurin er liðin, er tað talið broytt. Nú er í øllum førum greitt, at 13 fólk hava latið lív í vanlukkuni, og at tvey illa løstaði børn eru flutt á sjúkrahús í Torino.

Lyftan varð sett í stand í 2016. Meðan korona herjaði í Italia varð hon stongd sum alt annað. 24.apríl lat hon upp aftur.

Enn er ógreitt, hví vanlukkan hendi

Keldur:vg.no/bt.dk