Í ár eru tað tilsamans 88 fólk, sum hava ligið á sjúkrahúsunum kring landið, hóast tey eru liðugt viðgjørd.
Tað upplýsir Margit Stórá, landsstýriskvinan í heilsumálum. Hetta eru fólk, sum ongstaðni hava at fara, hóast tey eru liðugt viðgjørd og tí noyðast tey at verða búgvandi á sjúkrahúsunum.
Eirikur í Jákupsstovu, løgtingsmaður fyri Tjóðveldi, hevur spurt hana, hvussu nógvir sjúklingar liggja á sjúkrahúsi, hóast teir eru liðugt viðgjørdir og áttu at verðið útskrivaðir.
Margit Stóra sigur, at hetta eru viðurskifti, Sjúkrahúverkið hevur skrásett síðani 2020 – og síðani tá hevur hetta verið ein veksandi trupulleiki.
Í ár hava tað verið 88 fólk, sum í roynd og veru hava búð á sjúkrahúsi. Í 2020 var talan um 44 sjúklingar. Sostatt er talið á sjúklinum tvífaldað upp á trý ár Í 2020 lógu tey tilsamans 1.101 dagar á sjúkrahúsi, men í ár liggja tey tilsamans 2.670 dagar.
Landsstýriskvinnan sigur, at hesi fólkini taka pláss frá teimum sjúklingum, sum annars hava tørv á viðgerð. Og avleiðingin av hesum er, at bíðilistarnir verða longri hjá sjúklingum, sum skulu til skurðviðgerð á sjúkrahúsunum, ella til aðra viðgerð.
Nógv tey flestu av hesum fólkunum, sum verða búgvandi á sjúkrahúsunum, eru yvir 67 ár. Í ár eru tað 77 fólk, sum hava verið yvir 67 ár og 17 fólk eru undir 67 ár.
Á talvuni niðan fyri sæst, hvussu talið á fólki er býtt ímillum tey trý sjúkrahúsini
Sum tað sæst er tað á Landssjúkrahúsinum, at tey flestu eru, men tað sæst eisini á talvuni niðan fyri, at serliga í fjør var nógv fólk liggjandi á Suðuroyr Sjúkrahúsi, hóast tey vóru liðugt viðgjørd.