Í kvøld klokkan 20 verður triði EM dysturin í dag og annar dysturin í bólki B. Tað eru londini báðu megin Adriatarhavið, sum hittast. Albania er á Balkan eysturav hælinum á italsku hálvoynni.
Italia vann EM fyri trimum árum síðani. Tá varð spælt í Onglandi, og í finaluni var neyðugt við brotssparkskapping, áðrenn Italia vann 3-2 ímóti vertunum. Í vanligari leiktíð var 1-1, og tað var eisini støðan eftir longda leiktíð.
Síðani hevur tað verið soltið hjá Italia, sum ikki var við í HM kappingini í Katar, og sum akkurát vann seg í EM endaspælið.
Albania var í undanbólki saman við Føroyum, og Albania vann bólkin frammanfyri Pólland, Kekkia og Føroyar. 20. november í fjør megnaðu Føroyar málleysan javnleik á útivølli ímóti Albania. Á Tórsvølli vann Albania 3-1, og Odmar Færø var føroyskur málskjútti.