Í kvøld verður minningarhald uttanfyri Field's

Í kvøld klokkan 19 verður skipað fyri minningarhaldi í samband við hendingina í Field’s sunnudagin. Minningarhaldið verður hildið uttanfyri Field’s. Til ber at síggja minningarhaldið á DR1

(Mynd: EPA-EFE).
Kristian Waag Dam
5. juli 2022 kl. 16:30

Í kvøld klokkan 19 føroyska tíð, skipar borgaraumboðanin í kommununi í Keypmannahavn, fyri minningarhaldi í samband við døpru hendingina í Field’s sunnudagin. Ætlanin er, at minningarhaldið skal vera uttanfyri Field’s.

Síðan álopið sunnudagin hava fleiri borgarar víst sína samkenslu á sosialum miðlum, millum annað á Facebook og Instagram. Hesi uppsløg hava eisini verið at sæð millum føroyingar. Í kvøld verður høvi til at vísa sína samkenslu uttanfyri Field’s.

Í gjár bað yvirborgarstjórin  í Keypmannahavn, Sophie Hæstorp Andersen, borgararnar savnast á Ørestads Boulevard við Field's týskvøldið klokkan 19 føroyska tíð. Síðan tá hevur verið riggað til minningarhaldið í kvøld.

Til minningarhaldið vera bæði røður og tónleikur at hoyra. Krúnprins Frederik hevur boðað frá, at bæði hann og prins Christian vera hjástaddir undir minningarhaldinum.

Skráin sambært Berlingske:

- Yvirborgarstjórin í Keypmannahavn, Sophie Hæstorp Andersen, borgunum vælkomnum.

- Síðan syngur kóri Ungklang “Lyse Nætter”.

- Síðan heldur forsætisráðfrúan Mette Frederiksen røðu.

- Ungklang syngur “Et hav der vugger os til ro nu”.

- Sophie Hæstorp Andersen, Yvirborgarstjóri í Keypmannahavn, heldur røðu.

- At enda syngur Andreas Odbjerg sítt kenda lag “i morgen er der også en dag”.

Til ber at fylgja við minningarhaldinum, sum byrjar klokkan 19 føroyska tíð, á DR1.