Nú er tað greitt, at tað vera NSÍ og KÍ, sum fara at spæla steypafinalu leygardagin 7. oktober.
Leygardagin vann NSÍ seinnu hálvfinaluna á útivølli ímóti Víkingi 5-0 og vann seg í finaluna við samantaldum 9-1 sigri.
Í kvøld hevði B36 vitjan av KÍ. Talan var um seinnu hálvfinaluna, eftir at KÍ í fyrru hálvfinaluni vann 5-0.
Úrslitið í kvøld var 5-1 sigur til KÍ, sum harvið vann seg í finaluna við samantaldum 10-1 sigri.
Hálvleiksstøðan var 2-0, og tá ið Stefani Cabral við fínum langskoti minkaði um munin til 2-1, kendist tað vera eitt vet av spenningi um, hvussu tað fór at tørna út í kvøld. Men átta minuttir seinni svaraði KÍ aftur, og so var spurningurin bara, hvussu stórur KÍ sigurin fór at verða.
Í fyrra hálvleiki setti Tóra Mohr á eftir innlegg úr vinstru, og Rebekka Benbakoura økti til 2-0.
Tað var eisini Rebekka Benbakoura, sum skoraði til 3-1 – við langskoti. Og so var tað, at innskifta Liljan Jacobsen úr spískum í vinstru smekkaði bóltin upp í nettakið, áðrenn Eyðvør Klakstein eftir innlegg úr vinstru frá Rebekku Benbakoura staðfesti 5-1 sigurin.
NSÍ kvinnurnar hava vunnið steypakappingina einaferð – í 2021 – meðan KÍ hevur vunnið steypakappingina 16 ferðir – seinast í 2022.