Í kvøld taptu týskararnir

Hóast tap ímóti Kroatia fer Týskland fríggjakvøldið at spæla hálvfinalu ímóti Danmark

Hóast Kroatia í kvøld vann 30 - 24 ímóti Týsklandi, so endaði Kroatia aftast í bólki 1 í miðumfarinum í EM í manshondbólti
Jóannes Hansen
24. januar 2024 kl. 22:40

Í EM kappingini í manshondbólti var dagurin í dag bæði upp og niður hjá týskarum. Tá ið Ungarn fyrr í kvøld tapti ímóti Fraklandi, var tað greitt, at Týskland fríggjakvøldið fer at spæla hálvfinalu ímóti Danmark. Tað var væl fagnað av áskoðarunum, sum vóru í stóru høllini í Køln, har Týskland fyrireikaði seg at spæla ímóti Kroatia.

Við avrikum og úrslitum fyrr í hesi kappingini í huga var Týskland favorittur ímóti Kroatia. Men hjá týskarunum gekk tað soleiðis, sum tað í gjár gekk, tá ið Danmark og Svøríki, sum bæði høvdu kvalifiserað seg at spæla hálvfinalu, vóru favorittar og taptu.

Teir 20 túsund týsku áskoðararnir fyrigeva ivaleyst íslendska venjaranum Alfreð Gíslason og hansara monnum, at teir ikki megnaðu at svara aftur í 2. hálvleiki. Í steðginum var Týskland frammanfyri 14 – 13, men sum 2. hálvleikur leið, fóru kroatar frá heimaliðnum, og Kroatia vann 30 – 24.

Hjá týsku vertunum var málið undan kappingarbyrjan at vinna seg í hálvfinaluna. Týska liðið hevur ikki staðið seg so væl síðstu árini, og tað er týdningarmikið fyri endaspurtin í kappingini, at Týskland er umboðað í hálvfinaluni og undir øllum umstøðum fer at spæla umheiðursmerki.

Sáttmálin millum Alfred Gíslason og týska hondbóltssambandið er galdandi til endaspælið er liðugt. Íslendski venjarin hevur sagt, at hann er hugaður at halda fram í starvinum, og tá ið tað í endaspælinum hevur lagað seg so væl, so verður tað roknað at vera góður møguleiki fyri, at hann fer at halda fram.