Danmark hevur verið roknað millum mest uppløgdu kandidatarnar at vinna HM, og Danmark er framvegis ósigrað. Men í kvøld var tað fyri fyrstu ferð í hesi kappingini av álvara trýst á danska liðnum.
Kroatia telist millum bestu hondbóltstjóðirnar. Undan hesum HM endaspælinum vóru fleiri at lyklaspælarunum so illa skaddir, at teir vóru ikki førir at fara til Svøríkis at spæla, og tí hevur verið roknað við, at Kroatia ikki fór at gera tær stóru skreytirnar.
Men í kvøld megnaði Kroatia av bjóða Danmark av. Úrslitið var 32 – 32 eftir hálvleiksstøðuna 16 – 15 til Kroatia, sum eina løtu í fyrra hálvleiki var frammanfyri við fýra málum.
Danmark hevði stórar trupulleikar at halda tætt í verjuni, og heilt til síðsta bríksl var tað spenningur um, hvønn vegin dysturin fór at koppa. Johan á Plógv Hansen var allar 60 minuttirnar á høgra veingi, og hann skoraði fýra mál. Í donsku miðlunum fær Jóhan á Plógv Hansen gott skoðsmál fyri avrikið í kvøld.
At tað endaði javnt kann fara at vísa seg at vera til fyrimunar fyri Danmark. Nú eru tað Egyptaland, sum í kvøld vann 33 – 28 ímóti Belgia, Danmark og Kroatia, sum stríðast um tey bæði plássini, sum bera atgongd við sær til fjórðingsfinaluna. Øll liðini hava tveir dystir eftir at spæla í millumumfarinum.
Danmark skal leygarkvøldið spæla ímóti USA og mánakvøldið ímóti Egyptalandi, Kroatia skal spæla ímóti Belgia og Bahrain, og Egyptaland skal spæla ímóti Bahrain, áðrenn tað verður ímóti Danmark.
Egyptaland hevur 6 stig, Danmark hevur 5 stig, og Kroatia hevur 4 stig.
Kroatia - Danmark 32 - 32 (16 - 15)
Danmark : Simon Bogetoft Pytlick 9, Mikkel Hansen 8, Mathias Gidsel 4, Johan á Plógv Hansen 4, Emil M. Jakobsen 3, Lukas Lindhard Jorgensen 2, Magnus Landin 1, Magnus Saugstrup Jensen 1