Í kvøld skal Frakland í eldin

Tríggir EM-dystir eru á skránni í dag

Stóra stjørnan á franska liðnum er liðskiparin Kylian Mbappé
Fríðmundur Nattestad
17. juni 2024 kl. 11:17

Teir vóru í EM-finaluni í 2016, men taptu á heimavølli ímóti Portugal. Í 2018 vunnu teir HM, og í 2022 taptu teir í HM-finaluni ímóti Argentina. Franska landsliðið er eitt av teimum bestu í heiminum, og telist liðið tískil eisini ímillum favorittarnar, til at vinna EM. Í kvøld spælir liðið sín fyrsta dyst í bólkaspælinum.

Mótstøðuliðið hjá Fraklandi í kvøld er Eysturríki. Fyri Frakland er hetta ein dystur, sum skal vinnast, og fyri Eysturríki er ein javnleikur eitt gott úrslit. Eysturríkar síggja helst størri møguleika fyri stigum í dystunum ímóti Hollandi og Póllandi.

Hinir báðir dystirnir í dag eru báðir í bólki E, sum at mongum verður mettur at vera tann veikasti bólkurin. Liðini í bólkinum eru Rumenia, Ukraina, Belgia og Slovakia.


Dystirnir í dag eru hesir:

Bólkur E

Klokkan 14: Rumenia - Ukraina

Klokkan 17: Belgia - Slovakia

Bólkur D

Klokkan 20: Frakland - Eysturríki