Nú verður tað talt niður til EM undankappingardystin ímóti Póllandi, sum verður á PGE Narodowy leikvøllinum í Warszawa í kvøld klokkan 19.45. Dómarabólkurin er úr Slovenia, og dómarin eitur David Smajc. Fleiri føroyskir fótbóltsfjepparar komast við hann, tí hann var 23. maður á vøllinum, tá ið KÍ framdi stóra bragdið, sum tað var 19. juli at vinna 3-0 á útivølli ímóti ungverska Ferencváros.
Føroyar hava tríggjar ferðir áður dystast ímóti pólverska landsliðnum. Í øllum trimum førunum var talan um venjingardystir, og Føroyar hava tapt allar tríggjar ferðirnar.
Tann fyrsti var 10. februar í 2002, tá ið úrslitið suðuri á Kýpros var 2-1 til Póllandi.
Annar dysturin var 21. februar í 2004, tá ið úrslitið í Spania var 6-0 til Pólland.
Triði dysturin var 14. mai í 2006, tá ið úrslitið var 4-0 til Pólland. Hann var spældur í Wronki í Póllandi.
Samlaði málmunurin í teimum trimum dystunum ímóti Póllandi er 12-1 til Pólland.
Einasti føroyski landsliðsspælarin, sum hevur skorað ímóti Póllandi, er Rógvi Jacobsen. Tað var suðuri á Kýpros 10. februar í 2002 ella fyri meiri enn 21 árum síðani. Øll trý málini í 2-1 tapinum vórðu skorað í fyrra hálvleiki, og Rógvi, sum tá umboðaði HB, javnaði til 1-1 í 27. minutti. Rógvi spældi 53 ferðir á landsliðnum, og tað var í 12. landsdystinum og suðuri á Kýpros 10. februar í 2002, at hann fyrstu ferð var málskjútti.
Rógvi Jacobsen eigur saman við Klæminti A. Olsen, sum er í hópinum í Póllandi í kvøld, málmetið. Teir hava skorað 10 ferðir á landsliðnum. Klæmint hevur møguleika í kvøld at umboða føðilandið fyri 58. ferð og at taka málmetið. Síðsta ferðin, at hann skoraði á landsliðnum, var 15. november í 2021, tá ið Føroyar taptu HM undankappingardyst í Ísrael 3-2. Ta ferðina varð Klæmint skiftur inn sjey minuttir eftir steðgin, og 20 minuttir seinni javnaði hann til 2-2.
Klæmint hevur umboðað NSÍ á landsliðnum allar ferðirnar, tá ið hann hevur verið málskjútti. Í kvøld umboðar hann íslendska Breiðablik.
Føroyski hópurin í Póllandi
Mattias Heðinsson Lamhauge, B36 Tórshavn
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Teitur Matras Gestsson, HB Tórshavn
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ Klaksvík
Gilli Rólantsson Sørensen, Vejle BK (Danmark)
Viljormur Davidsen, HB Tórshavn
Ári Mohr Jónsson, HB Tórshavn
Odmar Færø, KÍ Klaksvík
Sonni Ragnar Nattestad, B36 Tórshavn
Hørður Askham, AB (Danmark)
Andrias Edmundsson, MKS Chojniczanka (Pólland)
Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (Ísland)
Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ Klaksvík
Andrass Johansen, B36 Tórshavn
Hannes Agnarsson, B36 Tórshavn
Jóannes Bjartalíð, Fredrikstad FK (Noreg)
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
René Shaki Joensen, KÍ Klaksvík
Brandur Hendriksson Olsen, Fredrikstad FK (Noreg)
Klæmint Andrasson Olsen, Breiðablik (Ísland)
Jóan Símun Edmundsson, KA Akureyri (Ísland)
Stefan Radosavljevic, Sligo Rovers FC (Írland)
Pætur Petersen, KA Akureyri (Ísland)