Í kvøld vann Danmark í Boxini í Herning 32-21 ímóti Tunesia í innleiðandi bólkaspælinum í HM kappingini í manshondbólti. Týskvøldið vann Danmark 47-22 ímóti Algeria, og eftir tveir dystir er tað greitt, at Danmark fer at halda fram í kappingini uttan mun til, hvussu tað fer at laga seg, tá ið Italia fríggjakvøldið verður mótstøðuliðð.
Føroyski Jóhan á Plógv Hansen var á danska liðnum bæði týskvøldið og í kvøld. Týskvøldið skoraði hann einki mál, hóast hann hevði fleiri royndir ímóti málinum. Í kvøld var øðrvísi. Jóhan á Plógv Hansen skoraði í seinna hálvleiki fýra mál og harvið var úrtøkan í kvøld 100 prosent.
-Sjálvandi var tað ikki nóg gott, at eg ikki fekk meir burturúr ímóti Algeria. Nicolaj Jacobsen, venjarin, og liðfelagarnir góvu mær kortini herðaklapp fyri avrikið, og tað kennist gott, at tað í kvøld eydnaðist at skora fleiri mál. Sum heild fegnist eg saman við liðfeløgunum um teir báðar sigrarnar, og nú ræður um at hava fokus á rætta staðnum, so vit eisini vinna ímóti Italia og vinna bólkaspælið, segði Jóhan á Plógv Hansen eftir dystin í samrøðu við TV2 Danmark.
Í sjónvarpsstovuni var tað fyrrverandi vongurin á danska landsliðnum Anders Eggert, sum segði nøkur orð um Jóhan á Plógv Hansen og hansara avrik:
-Jóhan hevur ment seg nógv í verjupartinum. Í álopsspælinum var tað í týsku kappingini fyrrpartin av 2024 torført hjá honum, men nú er hugaligt at staðfesta, at hann aftur er á rætta sporinum. Hann hevur funnið sjálvsálitið aftur, og tað ber við sær, at hann aftur skorar mál, og tað sóu vit eisini í kvøld.
Týskvøldið fekk Jóhan 4 fyri avrikið, og hann var roknaður millum teir, sum fingu lægsta talið.
Í kvøld gav fyrrverandi landsliðsmálverjin Kasper Hvidt í TV2 Jóhan á Plógv Hansen 7 av 10, og í DR gav fyrrverandi landsliðsbakkurin Lars Krogh Jeppesen Jóhan á Plógv Hansen 7 í 12 talsstiganum.
Bæði í TV2 og DR verður Jóhan á Plógv Hansen róstur fyri í kvøld at vera avgjørdur og skilagóður.