Í kvøld fer KÍ at skriva søgu

31 ár eftir, at felagið fyrstu ferð var við í Europa, fer KÍ í kvøld sum fyrsta føroyska felag at spæla í europeiskum bólkaspæli

Jóannes Hansen
21. september 2023 kl. 14:45

Í kvøld verður søga skrivað í føroyskum fótbólti. Klokkan 20 verður fyrsta bríksl á tjóðarvøllinum í slovakiska høvuðsstaðnum Bratislava. Slovan Bratislava er heimalið, og gestur er KÍ, sum fyrrapartin í gjár fór av landinum í leiguflogfarið. Umvegis Billund varð flogið til slovakiska høvuðsstaðin, har venjing var í gjárkvøldið.

Fyri KÍ er tað smeitur, at KÍ venjarin Magne Hoseth ikki er við í ferðalagnum í Slovakia. Í gjárkvøldið varð upplýst, at hann er eftir heima í Føroyum, tí hann er sjúkur. Ein møguleiki var, at hann í dag fór at ferðast úr Føroyum og til Slovakia, men Magne Hoseth er framvegis í Klaksvík og fer tí at fylgja við í sjónvarpinum. Hjálparvenjararnir báðir – Daniel Berg Hestad og Sjúrður Jacobsen – fara at taka sær av liðnum í kvøld.

Allir í KÍ hópinum eru tøkur í kvøld uttan verjuspælarin Heini Vatnsdal og miðvallarin Claes Philip Kronberg, sum eru skaddir.

Dysturin í Bratislava í kvøld er søguligur, tí hetta er fyrsta ferðin yvirhøvur, at eitt føroyskt felag er við í europeiskum bólkaspæli i fótbólti. Tað eru 31 ár síðani, at føroysk feløg fyrstu ferð luttóku í europeiskum kappingum í fótbólti. Tey vóru KÍ, sum í 1992 var við í europeisku meistarakappingini, og sama ár var B36 við í europeisku kappingini fyri steypavinnarar.

Dystsurin verður millum annað vístur á TV2 Play hjá donsku TV sjónvarpsstøðini.