Í kvøld fara tey í HB at halda við B36

Meðan víkingarnir fara í Gundadal at halda tørn um trygga oddasessin, so snýr tað seg hjá B36 um, at europeisku atgongumerkini ikki vera átta stig burtur

Jóannes Hansen
12. august 2024 kl. 10:27

Síðsti dystur í øðrum triðingi í bestu landskappingini verður í kvøld, tá ið B36 fær vitjan av Víkingi.

Í Eysturkommunu og Leirvík og Gøtu gongur alt í løtuni upp í hægri eind. Besta kvinnuliðið er ovast á støðutalvuni, í gjárkvøldið vann næstbesta liðið við 6-0 sigri í Klaksvík seg upp á ovastu rók í 1. deild, og besta liðið fyrireikar seg í løtuni at fara suður í høvuðsstaðin at verja oddasessin og varðveita leiðsluna aftur til HB soleiðis, sum hon var undan hesum umfarinum. Tá var hon seks stig.

Hjá B36 er dagsskráin at halda tørn um møguleikan at enda á fjórða plássi og harvið at varðveita tveir møguleikar at vinna seg út í Europa. Hin møguleikin er sigur í steypafinaluni, sum verður ímóti HB ella Víkingi.

HB tók seg við trivaligum 4-0 sigri á útivølli ímóti EB/Streymi trý stig nærri oddaliðnum. Tey í HB leguni vóna, at B36 í kvøld fer at vinna fulla úrtøku ímóti Víkingi, ella er tað kanska rættari at siga, at tey vóna, at Víkingur fer at tapa ímóti B36. Sum Víkingur hevur avrikað higartil í ár, er tað ilt at ímynda sær, hvør fer at taka stig frá Víkingi. Í kvøld hevur B36 møguleikan, og sunnudagin fær Víkingur vitjan av KÍ, áðrenn seinna hálvfinalan í kappingini um løgmanssteypið millum Víking og HB verður í Sarpugerði mikukvøldið í næstu viku.

Tá ið næstbesta liðið hjá Víkingi í gjárkvøldið vann stórsigur í Klaksvík, vóru Signar á Brúnni, Ingi Jonhardsson, Árni Nóa Atlason og Martin Klein Joensen millum teir fyrstu ellivu. Tí vera teir á beinkinum frá fyrsta bríksli í kvøld. Allir víkingarnir eru tøkir.

Hjá B36 er landsliðsspælarin Andras Johansen framvegis skaddur, og stinni miðvallarin Mattias Hellisdal er leikbannaður í kvøld. Verjuspælarin Thomas Lillo var ikki við í 4-0  sigrinum á útivølli ímóti EB/Streymi.

Í gjár reið tað um snarið hjá klaksvíkingum, sum høvdu skift heilt nógv fólk út. Ólavur Larsen var nýggjur á ÍF beinkinum, og hann hevði av álvara sett eld í sínar menn. Teir stríddust sum fyri lívinum, og tá ið Gundur E. Petersen stutt undan steðginum legði ÍF á odda, vóru klaksvíkingar órógvaðir. Tríggjar útskiftingar beinanvegin eftir steðgin góvu íblástur til heimaliðið, og tá ið Uros Stojanov sá gult fyri aðru ferð, og ÍF tí varð undirmannað í meiri enn ein hálvan tima, eydnaðist tað KÍ at vinna 2-1, men tað var ikki serliga sannførandi sigur, og hjá ÍF kann tað vera, at avrikið fer at geva mót um, at tað kanska fer at bera til at vinna í hvussu so er ein sigur í ár.

B68 vann í gjárkvøldið 1-0 á Svangaskarði ímóti 07 Vestur. Sigurin er sera týdningarmikil hjá toftamonnum í kappingini um at sleppa undan at flyta niður. Hjá 07 Vestur er eingin vandi á ferð, tí tað eru 11 stig til niðurflytingarstrikuna og tað eru bara níggju dystir eftir at spæla.

Skálamenn taptu 3-0 í Runavík, hóast teir vístu góðan hugburð og leingi vóru leikliga omaná. At úrslitið bleiv so ljótt komst av, at NSÍ síðstu litlu løtuna vann tvey brotsspørk, sum Petur Knudsen setti í málið. Hann átti eisini uppleggið til 1-0 málið, sum verjuspælarin Viktor Agardius skoraði, tá ið eitt stórt korter var farið.

Fyri skálamenn verður talan um heilt avgerandi grannauppgerð, nú EB/Streymur við Margáir verður mótstøðuliðið. Hetta verður triði heimadysturin á rað hjá EB/Streymi, sum leygardagin legði rygg til 4-0 tap ímóti HB, og sum næstsíðst tapti 4-0 ímóti B36.

 

B36 – Víkingur: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 18.30

 

KÍ – ÍF 2-1 (0-1)

0-1: Gundur E. Petersen 40.

1-1: Josep Michael Williams 49.

2-1: Páll A. Klettskarð 57.

 

NSÍ – Skála 3-0 (1-0)

1-0: Viktor Agardius 18.

2-0: Petur Knudsen br 88.

3-0: Petur Knudsen br 97.+

 

B68 – 07 Vestur 1-0 (0-0)

1-0: Alex Mellemgaard br 75.

 

EB/Streymur – HB 0-4 (0-3)

0-1: Emmanuel Duah 4.

0-2: Mikkel Dahl 32.

0-3: Samuel Johansen Chukwudi 43.

0-4: Mathias Voss 86.

 

Víkingur

17

16

0

1

53

7

48

HB

18

15

0

3

40

13

45

18

14

0

4

38

17

42

NSÍ

18

11

1

6

43

22

34

B36

17

7

5

5

37

29

26

07 Vestur

18

6

3

9

22

40

21

B68

18

3

5

10

13

32

14

Skála

18

4

2

12

18

39

14

EB/Streymur

18

3

1

14

15

39

10

ÍF

18

0

3

15

15

56

3

Máltindurin

Páll A. Klettskarð KÍ

16

Áki D. Samuelsen HB

12

Petur Knudsen NSÍ

12

Finnur Justinussen Víkingur

9

Poul Kallsberg Víkingur

9

Klæmint A. Olsen NSÍ

8