Í kvøld fara tey í ítróttarhúsinum í Fuglafirði at tosa um fótbóltin í Fuglafirði í 1960unum og 70unum. Tað verður Petur Simonsen, fyrrverandi formaður og venjari hjá ÍF, sum skipar fyri.
Í innbjóðingini verður sagt, at tiltakið er alment, og at øll eru vælkomin.
ÍF føroyameistarar í fótbólti í 1979
- hví, hvat og hvussu?
Hugt verður nærri at fótbóltinum í Fuglafirði frá miðskeiðis í 60-unum og næstu umleið 20 árini.
Hvørjar vóru umstøðurnar og hvussu var undirtøkan í bygdini fyri fótbólti. Komið verður eisini inn á leiðarar, leikarar og venjarar.
Samstundis sum ÍF gerst føroyameistari, mennast onnur feløg í Eysturoynni og “fótbóltsføroyar” broytast avgerandi.
Til framløguna verða eisini myndir og ljóðbrot. Og lagt verður upp til, at luttakarar kunnu spyrja og greiða frá.
Tíð og stað: Hóskvøldini 1. og 15. februar kl. 20 í ÍF-húsinum.
Tað verður Petur Simonsen, fyrrverandi formaður og venjari hjá ÍF, sum skipar fyri.
ÍF vann fyri fyrstu og higartil einastu ferð FM heitið í 1979. Tað verður framvegis tosað nógv um hetta árið, og hugfarsligu fuglfirðingarnir vilja vera við, at í Fuglafirði eru tvær tíðarrokningar. Tann seinna er fyri og eftir 1979.