Tað er eingin ivi í Göteborg og í hondbóltsfelagnum Sävehof. Dagsins maður í fjórða finaludystinum um SM var 18 ára gamli hoyvíkingurin Óli Mittún. Á útivølli í Ystad vann Sävehof 32-27. Harvið hevur felagið vunnið tríggjar finalur, og so er tað greitt, at felagið, sum Elias Ellefsen á Skipagøtu áður hevur verið við til at vunnið SM við, aftur nú er meistari.
Óli Mittún skoraði níggju mál, og hann átti upplegg til átta mál. Harvið var hann beinleiðis við í 17 málum ella meiri enn helminginum av málunum hjá Sävehof.
Hetta var ikki tað, sum tað varð ætlað og roknað við, tá ið Óli Mittún flutti til Sävehof. Eingin ivaðist í evnunum, men tað varð roknað við, at Óli skuldi búnast og mennast fyri seinni at eiga stóran leiklut.
Men Óli Mittún hevur tikið bæði tey í Sävehof og allan tann svenska hondbóltsheimin fullkomuliga av fótum. Og hann er eisini á blokkinum hjá fleiri av stóru feløgunum í Týsklandi, har Elias Ellefsen á Skipagøtu longu hevur spælt í eitt ár.
Í steðginum var Ystad frammanfyri 13-11, men so yvirtóku Óli Mittún og Sävehof sjovið og tað við lít.
Hetta er áttanda ferðin í søguni, at mansliðið hjá Sävehof vinnur svenska meistaraheitið.
Talan hevur verið um eitt minniligt kappingarár hjá Sävehof, ið eisini vann seg í fjórðingsfinalurnar móti Flensburg-Handewitt í EHF European League.
Harumframt eru kvinnurnar hjá Sävehof eisini svenskir meistarar 2024, so fyri felagið, Sävehof er talan um eitt fantastiskt kappingarár.
"Tann 18 ára gamli stjól show´ið.". Skrivar Aftonbladet:
"Mittún og Sävinger (málverjin) vóru hetjurnar tá Sävehof vann meistaraskapsuppgerðirnar.". Skrivar Göteborgsposten.