Í Hvannasundi rinda foreldrini einki brúkaragjald fyri barnaansingina

Skattaprosentið og rentustuðulin vera óbroytt, og íløgurnar vera 3,2 mió krónur

Mynd: Hvannasunds kommuna
Jóannes Hansen
29. november 2023 kl. 14:46

Hvannasunds kommuna samtykti fíggjarætlanina 22. november.

Skattaprosentið verður, sum tað er í ár – 19,75 %.

Barnafrádrátturin verður, sum hann er í ár – 19,75 %.

Rentustuðul og renta eru mett til 300 túsund krónur.

Bygdaráðið hevur sett 3.229.000 krónur av til íløgur.

Millum íløgurnar eru íløga i vegagerð til útstykking, nýgerð og umvælingar av bygningum hjá kommununi, gøtuljós og fríðkan. Harumframt er eisini kommununnar partur av íløgu til eldrasamstarvið í Norðoyggjum.

Merkisvert fyri Hvannasunds kommunu er tað, at barnaansingin í kommununi er og framvegis verður ókeypis fyri borgararnar.

Millum íløgurnar hevur bygdaráðið raðfest at halda fram til útstykkingarætlanini Undir Gerðhamri.

Samlaða fólkatalið í Hvannasunds kommunu var í oktober í ár sambært hagstova.fo 423: 249 í Hvannasundi, 168 í Norðdepli, 5 í Depli og 1 á Norðtoftum.