Í gjárkvøldið vóru fleiri minningarløtur kring Danmark

Fyri einari viku síðan fekk Aalborg og Danmark ein hvøkk. Løgreglan sóknaðist eftir tveimum ungum persónum. Bæði Mia Skadhauge Stevn og Oliver Ibæk Lund vóru horvin. Nú er ein vika farin og í gjárkvøldið vóru hundraðtals av dønum savnaðir kring landið fyri at minnast tey bæði.

Kristian Waag Dam
14. februar 2022 kl. 07:48

Í gjárkvøldið savnaðust fleiri hundraðtals av danskarum kring landið fyri at minnast 22 ára gomlu Mia Skadhauge Stevn, ið var myrd fyri einari viku síðan. Minningarløtan sum heild varpaði eisini ljós á kvinnur, ið vera myrdar í Danmark. Í bæði Keypmannahavn, Aahurs, Aalborg og Velje vóru mannamúgvur, ið vildu vísa sín stuðul og sína samkenslu.

-Tað er ein ung kvinna, ið er myrd. Ein maður hevur dripið eina kvinnu, tí hon er ein kvinna. Soleiðis segði Frederikke Bencke, ið skipaði fyri kyndlagonguni í gjár, við DR. Hon legði aftrat, at ræðuliga hendingin prógvar, at danska samfelagið hevur snávað.

22 ára gamla Mia Skadhauge Stevn, ið var búsitandi í Aalborg, hvarv náttina til sunnudag tann 6. februar. Mia Skadhauge Stevn hevði verið í býnum í Aalborg og var seinast sædd sunnumorgun klokkan seks. Á einum sjónbandið var hon sædd uttanfyri ein Netto handil, stutt eftir hetta kom ein bilur framvið og hon steig inní bilin. Eftir hetta sást Mia Skadhauge Stevn ongantíð aftur. Hósdagin fann løgreglan kropslutir í Dronninglund Storskov, og leygardagin boðaði løgreglan frá, at tað var Mia Skadhauge Stevn, sum var funnin í Dronninglund Storskov. Í løtuni eru tveir mans ákærdir fyri morðið á Mia Skadhauge Stevn.

Í Velje var minningarløta fyri bæði Mia Skadhauge Stevn, men eisini fyri 21 ára gamla Oliver Ibæk Lund, sum eisini hvarv um somu tíð sum Mia Skadhauge Stevn. Tað er nógv sum bendir á, at málið um Oliver Ibæk Lund er ein vanlukka og ikki eitt morð. Tí hóast Oliver Ibæk Lund ikki er funnin enn, so verður mett út frá einum sjónbandið og telefonsambandinum, at hann datt í Limfjørðin og druknaði. Oliver Ibæk Lund las í Aalborg, men var úr Velje.