LISA hevur latiđ upp í Hoydølum

Í beint undir fimm ár hevur LISA arbeitt við at sleppa oman í Hoydalar. Leygardagin eydnaðist tað, og hetta varð hátíðarhildið við tónleiki, sjónleiki, ljósi, røðum og meira afturat

Katrin Joensen-Næs
10. mai 2021 kl. 08:00

8 mai 2021 hátíðarhelt LISA, ið er stutt fyri Listafólkasamband Føroyar, at listafólk sleppa at arbeiða í Hoydølum. Fyri beint undir fimm árum síðani søkti LISA um hølini undir yvirskriftini Framleiðsla, framsýning, framførsla og felagsskapur.

-   Vit eru sannførd um, at tá man hevur fleiri listarlig arbeiðispláss í sama bygningi, so uppstendur eitt kreativt umhvøri. Onnur sambond, onnur samstørv har møguleiki er fyri, at tað kann henda nakað annað, enn tá fólk sita hvør fyri seg. Synergi innan tær einstøku listagreinirnar og millum tær ymsu listagreinirnar fara vit væntandi at síggja, greiðir Marita Dalsgaard, forkvinna í LISA, frá.

Og tað ber nú til, tí frameftir kunnu listafólk leiga hølir í Hoydølum.

-   Dreymurin er, at vit skulu nærkast tað professionella listaøki í størri mun, og fáa professionell arbeiðiumhvørvir við arbeiðisfriði og fakligum samstørvum, men eisini við einum sosialum parti. Vanlig arbeiðspláss hava ymiskt sosialt, sum skapar trivna og menning, sum til dømis starvsfólkadagar og sosial tiltøk. Tað hevur man ikki, tá ma hevur arbeiðsplássið heima ella á spælistøðum, framsýningarhølum og so fram vegis, sigur Marita Dalsgaard.

Hátíðarhaldið

Tey sum hava luttikið í at arbeiða fyri, at LISA kom í Hoydalar og onnur fólk á mentanarøkinum  vórðu bjóðaði til setanina, og leygardagin møtti nógv í Hoydølum fyri at hátíðarhalda løtuna. 

Marita S. Dalsgaard fegnast um úrslitið.

-   Vit eru trý í starvsnevndini hjá LISA, Hansina Iversen, Jóhan Martin Christiansen og eg. Vit eru sera nøgd við úrslitið og gleða okkum til at síggja tað blóma, greiðir Marita frá.

Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, møtti og helt eina røðu. 

Aftaná setanina gingu tey runt á økinum og hittu alt tað, sum tann føroyska listin hevur at bjóða. Í plantasjuni møttu tey einari ljósinstallatión, fleiri sangarar sungu, harímillum KATA og Eivør, eitt brot úr nýggja leikinum Ó – søgur um djevulskap varð framført og meira afturat.  

Um kvøldið tendraðu tey bál, og fleiri tónleikarar bjóðaðu seg fram at spæla í skúrinum í Hoydølum. Sirkus borðreiddi við heitari suppu og øl, og listafólkini hugnaðu sær saman til langt út á náttina.