Mánadagin 19. februar fekk ein at vita úr Keypmannahavn, hvørjar matstovur í Norðurlondum fingu eina ella fleiri Michelin-stjørnur, tá Michelin-guidin fyri Norðurlond stroyddi stjørnur yvir Danmark
Ein kemur ikki sovandi til eina Michelin-stjørnu. Tað krevur nógv at seta met á hægsta stigi, og tað pliktar eisini at kunna erpa sær at hava fingið eina so flotta viðurkenning, sum ein Michelin-stjørna er.
Hvørt ár gevur tann norðurlendska Michelin-guidin stjørnur, sum ein viðurkenning til tær allarbestu matstovurnar í Norðurlondum. Men kennir tú søguna aftan fyri Michelin-guidina?
Sambært tí almennu heimasíðuni hjá Michelin, kom tann fyrsta Michelin-guidin í 1900-talinum í Fraklandi. Tey sum góvu Michelin-guidina út var dekkfyritøkan Michelin. Øll, sum keyptu ein bil í Fraklandi, fingu eina ókeypis Michelin-guide við í keypinum. Endamálið var at fáa fólk at koyra út úr Paris fyri at royna eina Michelin-matstovu, so dekkini kundu slítast og nýggj dekk skuldu keypast, tá ið tey gomlu dekkini vóru so slitin, tí tey høvdu koyrt langt. Í 1900-talinum vóru tað umleið 3.000 bilar í Fraklandi, og 95% av teimum bilinum vóru í Paris.
Í tí fyrstu Michelin-guidini fekk ein at vita, hvar ein kundi keypa bensin, hvar tað var møguligt at skifta dekk, og somuleiðis hvar ein kundi keypa eina máltíð og gista.
Skipanin við stjørnunum kom tó ikki fyrr enn í trítatiárunum. Tað gekk lang tíð áðrenn nakar ferðaðist til Danmark ella Føroyar at eta á einari Michelin-matstovu. Í 1983 fekk Danmark sína fyrstu Michelin-stjørnu. Føroyar fingu sína fyrstu Michelin-stjørnu í 2017.
Fyri at kunna fáa ein Michelin-stjørnu skal ein lúka fimm krøv.
Í Michelin-guidini verður bert maturin viðurkendur, dømdur og mettur við stjørnum. Útgangsstøðið verður tikið út frá teimum fimm krøvum, sum matstovan skal lúka.
Nr. 1: Dygdin á rávørunum.
Nr. 2: “Handverkið”, tað vil siga smakkurin, og hvussu tey gera matin.
Nr. 3: “Persónligt”, tað vil siga, hvussu væl kokkurin dugir at finna sítt egna sermerki.
Nr. 4: Nakað fyri pengarnar.
Nr. 5: Dygdin skal strekkja seg yvir eina tíð. Upplivingin at eta á einari Michelin-matstovu skal altíð vera líka góð.
Ein Michelin-stjørna merkir, at tað er ein serstakliga góð matstova. Tvær Michelin-stjørnur merkir, at tað er vert at koyra ein umveg fyri at koma til matstovuna. Tann triðja stjørnan merkir, at tað er “vert at ferðast eftir matstovuni”.
Spenningur í luftini
Eg var ikki stødd í Ráðhúsinum í Keypmannahavn, tá ið Michelin-stjørnurnar vórðu handaðar, men tey stroymdu hetta á netinum, og so kundi eg fylgja við frá Hou. Eg haldi, at tað altíð er so spennandi at vita, hvør fær eina, tvær ella tríggjar Michelin-stjørnur.
Spenningurin var stórur í Ráðhúsinum í Keypmannahavn mánadagin, kundi eg kenna á mær. Flestu føroyingar vóru sjálvandi spentir at vita, hvussu tað fór at ganga hjá Koks. Koks varðveitti sína Michelin-stjørnu, og nú verður spennandi hjá teimum at sleppa at royna seg frammi við Gjónna.
Í Danmark vóru tað tvær nýggjar matstovur , sum fingu eina Michelin-stjørnu. Tann fyrra nýggja danska matstovan, sum fekk eina Michelin-stjørnu, var MeMu í Vejle. Hin matstovan var Jordnær, sum liggur í Gentofte. Høvuðskokkurin er, Eric Vildgaard, hann var ógvuliga glaður og rørdur, tá ið hann fekk stjørnuna, og kundi ikki siga so nógv. Tó fekk hann sagt, at um hann skuldi vera erligur, so átti konan heiðurin.
Í kjalarvørrinum av Michelin-stjørnunum
Handanin av Michelin-stjørnunum gav mær íblástur at fara í kjalarvørrin av teimum í mínum grannalagi. Í Aarhus eru fýra matstovur við einari Michelin-stjørnu. Tær eru Gastromé, Domestic, Frederikshøj og Substans. Tvær av hesum havi eg roynt. Tær eru Gastromé og Domestic. Tað er lítið aftur ímóti Andy Hayler, sum er tann einasti í heimum, ið hevur vitjað hvørja einastu Michelin-mastovu við trimum stjørnum.
Í Aarhus er eisini ein serligur handil, sum eitur Kunst og Kokkentøj, stytt KOK. Handilin er eitt mekka fyri fólk, sum hava áhugað í kókibókum og køksamboðum. Tey selja kókibøkur frá allari verðini, og fleiri av kókibókinum eru frá matstovum, sum hava eina ella fleiri Michelin-stjørnur.
Eg legði mær leiðina inn til Aarhus og handilin Kunst og Køkkentøj. Eg kundi brúkt fleiri dagar inni í handlinum og bara blaðað og hugt í allar tær vøkru kókibøkurnar.
Eitt sum eg skjótt beit merki í var, at av kókibókunum, sum ein Michelin-matstova hevur útgivið, eru tær flestu skrivaðar av monnum. Í dag finnast tað fleiri matbloggarar. Tey skriva eisini kókibøkur, og her eru teir flestu rithøvundarnir kvinnur.
Eg vil siga, at tað sum kann lata seg gera at kóka heima hjá einum sjálvum, er í teimum bókunum, sum eru skrivaðar av kvinnum. Tær flottu kókibøkurnar, sum eru skrivaðar av monnum, krevja meira útgerð og hegni í køkinum. Fyri mítt viðkomandi er hetta nakað, sum nokk skal upplivast á einari matstovu.
Beinanvegin eg trein innar í Kunst og Køkkentøj, spurdu tey, um tey kunnu hjálpa mær við nøkrum. Eg sigi, at eg fegin vil síggja kókibøkur, sum eru skrivaðar av Michelin-kokkum. Kvinnan í handlinum tekur nógvar bøkur fram. Eg spyrji, um eg kann taka myndir av bókunum og handlinum, og tað er í fínasta lagi. Kvinnan veit so væl at greiða frá um allar kókibøkurnar. Hon sigur mær eisini, at her koma nógvir kendir kokkar. Allir kokkarnir frá Michelin-matstovunum í Aarhus leggja ofta leiðina inn á gólvið hjá Kunst og Køkkentøj.
Mynd: Henda kenda bókarøðin um breyð kann ognast fyri 4.700 kr.
Tá ið eg havi hugt eftir øllum teimum flottu kókibókinum, fái eg hug at keypa mær eina av teimum. Eg fari til kassan og skal gjalda fyri bókina, sum eg vil keypa. Hon er skrivað av Nadine Levy Redzepi, ið er kona René Redzepi, høvuðskokkurin hjá Noma.
Kassadaman spyr, um eg kenni hesa bøkurnar um breyð? Eg sigi nei, og so byrjar hon at greiða mær frá um hesar fimm bøkurnar, sum bert snúgva seg um breyð, alt frá uppskriftum og útgerð til breyð. Eg greiði henni frá, at eg ikki baki so nógv breyð, og hugsi við mær, um tað er nakar, sum keypir eina fimm bind bók, sum bert snýr seg um breyð, og jú, tað er tað, sigur kassadaman, hóast hesi fimm bindini kosta 4.700,- krónur.
Áðrenn eg fari víðari á mini Michelin-leið í Århus, har eg støkk inn á gólvið hjá Domestic og eisini legði leiðina framvið Gastrome, síggi eg nakað, ið allir føroyingar kenna, eiga og neyvan kunnu vera fyri uttan. Teir avbera góðu Victorinox-knívarnir.