Í dag verður “grindadráp” filmað í Sandagerði

Mánadagin varð fiktivur grindarakstur filmaður í Nólsoyarfirði við dronu, og í dag verður “grindin” so hildin til í Sandagerði. Nakað av fólki hava leitað sær í Sandagerð at fregnast

Sigurjón Einarsson
14. apríl 2021 kl. 10:59

“Grindin”, sum mánamorgunin varð funnin í Nólsoyarfirði, verður nú hildin til í Sandagerði.

Tað er í samband við upptøkur til Trom-krimirøðina, at tað verður filmað á og í økinum kring Sandagerð í dag – 14. apríl – frá klokkan níggju til 16.

Talan verður um upptøkur av hendingum, sum líkjast grindadrápi.

Í hesum sambandi hevur løgreglan boðað frá á sínum Facebook-vanga, at óviðkomandi bátar verða bidnir um at halda seg burtur frá økinum, meðan filmað verður.

Hóast óviðkomandi bátar eru bidnir um at halda seg burtur, so hava fitt av fólki leitað sær í Sandagerð at hyggja at, meðan “grindin” verður hildin til og filmað.

Einki verður sagt um, hvussu stór grindin er.

Her eru nakrar myndir frá filmsupptøkunum í morgun:

Myndamenn: Arnar Lognberg og Sveinur Tróndarson