Í dag verður fólkaskúlin settur á breddan í tinginum

Djóni N. Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum hevur lagt framløguskriv fyri tingið, ið er grundað á álit, sum verður grundarlag undir orðaskiftinum, sum verður í dag – týsdagin 20. februar 2024

Djóni N. Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvningarmálum
20. februar 2024 kl. 05:59

Eg fari við hesum at geva Løgtinginum høvi til at umrøða fólkaskúlan, sum er eitt sera viðkomandi og týdningarmikið øki í okkara samfelag. Eitt øki, sum hevur grundleggjandi týdning fyri okkum sum fólk bæði vitanarliga og mentanarliga.

Kravda undirvísingarskyldan er níggju ár, og harumframt hava tey ungu møguleika eisini at velja at  fara  í  10.  flokk.  Hetta  er  ein  stórur  partur  av  teirra  barna-og  ungdómslívi,  og  tí  er  tað  so umráðandi,  at  fólkaskúlin  gevur  næmingunum  bestu  menningarmøguleikar,  sum  byggjaá  eitt heildarsjónarmið um læring.

Í  dag  ganga yvir 7.000 næmingar  i  fólkaskúlanum,  so  tað  er tí heilt  eyðsæð,  at  fólkaskúlin  í sjálvum sær ávirkar nógvar einstaklingar og harvið eisini heimini runt oyggjarnar.

Tískil er tað eisini ein sera týðandi uppgáva hjá okkum sum politikkarar alla tíðina at vera við til at hjúkla um henda stovn, tí vit vita, at tað er í fólkaskúlanum, at spírin til komandi samfelag nørist, og henda spíra skulu vit hjúkla um.

Umframt kravdar lærugreinir og evni, sum eru ásett i fólkaskúlalógini, so skal fólkaskúlin megna at skipa sítt virksemi soleiðis, at hvør  einstakur næmingur fær ment sínar  fakligu og persónligu førleikar.

Í fólkaskúlanum  er  næmingurin  partur  av  einum  felagsskapi,  og  hesin  felagsskapur  hevur grundleggjandi týdning fyri, at næmingurin kann trívast og menna síni evni og sína fatan av at vera partur í einum fólkaræðisligum samfelagi, har hann lærir at virða bæði seg sjálvan og onnur, og ikki minst at skilja og góðtaka ymsar aðrar áskoðanir bæði politiskt, mentanarligaog átrúnaðarliga.

Fólkaskúlin hevur tí sum skipan sera stórar og týdningarmiklar uppgávur at lyfta, har hann er við til at mynda okkara unga ættarlið og búgva tey til framtíðarsamfelagið, og tað eru vit politikkarar, sum varða av innihaldinum í fólkaskúlanum og seta lógarkarmarnar.

 

Arbeiðið at gera broytingar á fólkaskúlaøkinum

Eg haldi, at tað er sera umráðandi, at vit politiskt bera fram okkara hugsjónir um ein so týðandi part  av  okkara  skúlaskipan  og  grundarlagið undir albúgving, sum  fólkaskúlin  fevnir um.  Sum politikkarar  eiga  vit  við  jøvnum  millumbili  at  seta  okkum  spurningin,  um  lógarkarmarnir  eru hóskandi til dagsins skúla og tað samfelag, vit liva í. Eru tað t.d. ásetingar viðvíkjandi bygnaði og innihaldi, sum skulu broytast?

Fólkaskúlin  er  fyri  okkum  øll,  og  tí  seti  eg  mær  sum  mál  at  fáa  eina  so  breiða  undirtøku  sum gjørligt fyri teimum átøkum, sum verða sett í verk.Tvørpolitiska umrøðan hevur verið grundarlag undir  teimum  broytingum  og  dagføringum,  sum  eru  gjørdar  á  fólkaskúlaøkinum.  Ætlanin  er,  at lógarbroytingarnar, sum seinni verða lagdar fram og hetta aðalorðaskifti skulu ganga hond í hond, so   at   aðalorðaskiftið   kann   verða   grundarlag   undir   og   birta   uppundir   kjakið   um   ætlaðu broytingarnar.

 

Politisku sjónarmiðini á fólkaskúlaøkinum

Í samgonguskjalinum millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn frá 22. desembur2022 eru okkara yvirskipaðu hugsjónir orðaðar soleiðis,  at:“Skúlin skal menna almenna dannilsið og kveikja skapandi og verkliga hugin hjá børnunum. Javnvág skal vera millum hugvísindi, náttúruvísindi og skapandi læru. Skúlarnir fáa størri frælsi at skipa skúladagin. Harumframt hevur samgongan í samgonguskjalinum m.a. sett hesi mál viðvíkjandi fólkaskúlanum:
 

  • Vit vilja raðfesta flokslæraraleiklutin og styrkja tvílæraraskipan í grunddeild

  • Vit vilja stytta skúladagin og endurskoða lærugreinabýtið og ynskja at lækka talið av næmingum í hvørjum flokki

  • Vit vilja endurskoða førleikamál í námsætlanum, skúlafrítíðina, lands- og pisaroyndir, lærara- og leiðslutíð og læraraúbúgvingina

  • At regluligur eftirútbúgvingarleistur verður skipaður fyri starvsbólkar skúlans

  • At meira gransking skal skipast á skúlaøkinum

  • Og at Nám skal uppraðfestast

 

Aðalorðaskifti og tilmæli frá arbeiðsbólki um broytingar í fólkaskúlalógini

Undanfarni landsstýrismaður, Jenis av Rana,  tók stig til at taka fólkaskúlalógina upp til viðgerðar, og í novembur 2021 varð ein arbeiðsbólkur settur til at hyggja nærri at fólkaskúlalógini og møguligum tillagingum. Arbeiðsbólkurin var mannaður við umboðum frá aðalráðnum, Undirvísingarstýrinum, Námi, Sernámi, Kommunufelagnum, Føroya Lærarafelag, Skúlaleiðarafelagnum, Fólkaskúlaráðnum, Námsvísindadeildini og Felagnum Heim og Skúli.

Eftir at eg gjørdist landsstýrismaður heitti eg á arbeiðsbólkin um at halda fram við arbeiðinum, vísandi til, at fleiri av uppgávunum tey sótu við sampakka væl við tey yvirskipaðu stevnumið, sum vit hava sett í samgonguskjalið.

Á  krossmessu  í  ár  fekk  eg  handaðálit  frá  arbeiðsbólkinum við 18 tilmælum  um  broytingar  í fólkaskúlalógini. Nógv  av  hesum  tilmælum  eru í samsvari við  tey  mál,  sum  samgongan  hevur orðað   í   samgonguskjalinum. Endamálið   er,   at hetta álit skal   verða grundarlag   undir aðalorðaskiftinum,  samstundis  sum  aðalorðaskiftið  skal  varpa  ljós  á  fólkaskúlan  sum  heild,  tí fólkaskúlin eigur at fáa stóra rúmd politiskt, mentanar-og samfelagsliga.

 
Í  álitinum  eru  18  tilmæli  innan ymisk  øki,  sum  lýsa  fjølbroytta  innihaldið  í  fólkaskúlanum  bæði innihaldsliga og bygnaðarliga. Nøkur av høvuðstilmælunum eru:

 

  • At  undirvísingarpartarnir  verða ásettir  í  lógini,  og  at  teir  fevna  um  grunddeild  (1-3  fl.),miðdeild (4-6 fl.) og hádeild (7-9 fl.), og at lærugreinabýtið verður gjørt fyri hvørja deild

  • At lækka undirvísingartímatalið til: grunddeild 25 t/v, miðdeild 30 t/v og hádeild 32 t/v

  • At  tillaga  tíma- og  lærugreinabýtið  við  einum  hóskandi  býti  millum  tey  4  fakøkini mállærugreinir, náttúruvísindi, mentan og samfelag og likamlig og skapandi læra

  • At alis/evnafrøði verður kravd lærugrein í hádeild við 2 t/v, og at týskt verður vallærugreiní hádeild við 2 t/v, og at týskt ikki skal verða førleikagevandi sum upptøkukrav til miðnám

  • At víðka og menna tvílæraraskipanina og samlæring

  • At tillaga flokstøddina, so at næmingatalið við skúlaársbyrjan verður 20 næmingar

  • At   nágreina   arbeiðshættir   sum   verkætlanararbeiði,   evniskunnandi   undirvísing   og verkstaðarundirvísing í fólkaskúlalógini, umframt raðfesta eftirútbúgving innan hettaøki

  • At skipa fastan leist fyri eftirútbúgvingar, sum frameftir nøkta tørvin á førleikamenning

  • At menna flokslæraraskipanina, at dagføra námsætlanir,og at menna handaverk og list

 

Umframt hesi eru eisini onnur tilmælir nevnd í álitinum.

Sum landsstýrismaður havi eg hug at nevna 4 tilmælir, sum eg meti hava stóran týdning at arbeitt verður við skjótast gjørligt.

Eitt av teimum er tilmælið viðvíkjandi floksstødd, har arbeiðsbólkurin vísir á samanhangin millum hetta, og so trivnað og frálæru.

Í  §  20  í  fólkaskúlalógini verður í  dag lagt  upp  til,  at  tað  skulu  vera  í  mesta  lagi  24  næmingar  í hvørjum  flokki. 

Støðan  er  tann,  at vit  í  dag  hava  flokkar, sum  eru  upp  til  26  næmingar, og er skipanin soleiðis sett saman, at tað ikki er fyrr enn 27. næmingurin kemur í flokkin, at skúlin fær játtan til tveir flokkar. Fyri at tryggja betri trivnað og í samsvar ivið námsfrøðiliga gransking á  økinum, vil eg arbeiða fyri, at floksstøddin frameftir verður 20 næmingar. Talan skal her vera um eina rullandi skipan, soleiðis, at byrjað verður við komandi 1. flokki, og síðani eigur henda skipan at verða rullað út, so hvørt sum árini ganga, inntil skipanin er galdandi fyri øll floksstig.

Nakað annað,sum er sera umráðandi fyri ein vælvirkandi flokk og harvið skúlan sum heild, eru umstøðurnar hjá flokslæraranum. Ásett er í§ 21 stk. 5 í fólkaskúlalógini, at í hvørjum flokki verður ein flokslærari settur at loysa serstakar  uppgávur.  Tað  er  eingin  ivi  um,  at  uppgávurnar  hjá  flokslæraranum  í  dag  eru  sera krevjandi,  og  er  tað  tískil  eisini  sera  umráðandi, at  vit  sum  varða  av  skipanini  tryggja  teimum neyðugu  eftirútbúgving,  soleiðis  at  teir  verða  enn  betur  ílatnir  at  lofta  teimum uppgávum, sum standast í einum flokki, tað veri seg, tá talan er um samskifti, samstarv,relatiónskompetansu o.a., eins og víst verður á í álitinum.

 

Eg haldi tí, at tað er umráðandi,at vit eisini skjótast gjørligt fara inn og styrkja um flokslæraraskipanina. Eitt triðja,sum eg meti er umráðandi,at vit arbeiða fram ímóti, er víðkan av tvílæraraskipanini, sum í dag einans fevnir um 1. og 2. flokk. Henda skipan er, sum tað eisini framgongur í álitinum, ikki nakað nýtt fyribrigdi, men hevur fingið stóra  undirtøku  bæði  í  Evropa  og  Skandinávia  og  hevur  somuleiðis  verið  brúkt  í  føroyska fólkaskúlanum í meira enn 12 ár. Ein tvílæraraskipan er við til at tryggja eina fjølbroytta og nærverandi undirvísing, og er grundað á eina inkluderandi hugsjón, sum eg hugsi, vit øll ynskja skal vera meira týðulig í fólkaskúlanum.

 

Álitið leggur upp til, at styrkt verður um hesa skipan, soleiðis at hon, frá bert at fevna um 1. og 2. flokk, víðkast til alla grunddeildina, tað vil siga 3. flokk eisini, og at man harnæst arbeiðir fram ímóti, at tvílæraraskipanin gerst galdandi fyri alla grund- og miðdeild.

 

Til seinast vil eg nevna týdningin av eftirútbúgving, sum eisini er eitt av tilmælunum í álitinum. Eingin ivi er um, at tað er av alstórum týdningi,at vit alla tíðina hava væl útbúgvin fólk innan allar lærugreinar og fakøki, tá vit hugsa fólkaskúlan, og vit mugu ásanna, at tørvurin á eftirútbúgving ongantíð hevur verið størri enn nú; arbeiðshættir og námsfrøðin flytur seg alla tíðina, og tískil er tað   eisini   umráðandi,   at   vit   tryggja   nøktandi   eftirútbúgving   av   okkara starvsfólkum   í fólkaskúlanum.

Arbeiðsbólkurin   sum   hevur   sitið   og   skrivað   álitið,   hevur   gjørt   eina   raðfesting   av teim eftirútbúgvingum, sum tey meta stórur tørvur er á, og haldi eg sum landsstýrismaður, at vit skjótast gjørligt  eiga  at  fara  inn  og  skipa  soleiðis  fyri,  at  ein  fastur  leistur  verður  gjørdur,  soleiðis  at  vit tryggja, at vit alla tíðina hava ein vælvirkandi eftirútbúgvingarleist.

Tingini  standa  ikki  í  stað,  og  tað  ger  fólkaskúlin  heldur  ikki.  Vit  eiga  dugnaligar  næmingar  og lærarar, og harnæst eisini framsíggin fólk innan geiran. Fólkaskúlin eigur og skal mennast, og vit mugu tora at bróta upp av nýggjum, eisini tá talan er um okkara skúlaverk.

Við skúlaársbyrjan í august 2023 fór ein stór royndarverkætlan í gongd í Skúlanum á Fløtum, sum søkti um at sleppa at royna fleiri av umleggingunum, sum lagt er upp til í álitinum um fólkaskúlan.

Stórar  tillagingar eru gjørdar  í  lærugreinabýtinum  og  umlegging av skúladegnum, sum  millum annað hevur tað við sær, at eingin næmingur hevur meir enn 6 undirvísingartímar um dagin.

Tíma- og  lærugreinabýtið  fylgir  tí,  sum  lagt  verður  upp  til  í  álitinum. Eg  eri sera fegin  um, at  henda royndarverkætlan er farin í gongd, tí hon gevur  okkum ítøkiligt innlit í, hvussu umleggingarnar roynast í verki. Hetta er týðandi vitan at hava, tá vit skulu fremja ætlanina fyri allan fólkaskúlan. Viðmerkjast skal, at ein treyt fyri, at verkætlanin fekk loyvi til at fara av bakkastokki,var, at hon verður fylgd og eftirmett javnan.

Setrið (Námsvísindadeildin) fer tí at fylgja, kanna og eftirmeta royndarverkætlanina, samstundis sum  ein fylgibólkur við  limum  úr  Skúlanum  á  Fløtum, Undirvísingarstýrinum, Námi, Námsvísindadeildini og Barna-og útbúgvingarmálaráðnum koma at fylgja tilgongdini við regluligum fundum.

Eg haldi tað hevur týdning, at vit læra av royndunum, og at umleggingarnar, sum verða gjørdar í fólkaskúlanum, verða  gjørdar  í  fleiri  stigum. 

Eg  fari  tí  at  leggja  upp  til, at broytingarnar í fólkaskúlalógini  verða  gjørdar í fleiri  umførum  komandi  árini,  soleiðis  at  tað  verður  ein  lagalig tillaging av skúlanum heldur enn ein kollvelting.

 

Samanumtøka

Vónandi fáa vit eitt gott og mennandi orðaskifti við áherðslu á, at fólkaskúlin er grundstøðið undir allari  skúlaskipan  okkara,  ein  skipan, ið vit sum samfelag eiga at virðismeta og menna. 

Eisini ásannandi týdningin, at vit tryggja børnum og ungdómi okkara eina góða skúlagongd, sum byggir á bæði fakliga, persónliga og sosiala menning, og sum gevur barninum og tí unga, ið skal mynda framtíðarsamfelagið, hollan førning og grundstøði at byggja víðari á.

 

Vinarliga

Djóni N. Joensen landsstýrismaður í barna- og útbúgvningarmálum

 

Leinkjan til álitið sum framløguskjalið er grundað á

https://www.logting.fo/mal/mal/?id=10740