Í 2005 var fyrsta Faroe Pride hildin í Føroyum. Tað var felagsskapurin Friðarbogin, ið stóð fyri hesum, og gingu tey tá frá Norðurlandahúsinum oman til Speaker’s Corner á Vaglinum.
Síðani tá er Friðarbogin givin sum felagsskapur, men LGBT+ Føroyar hevur tikið við, og hava tey hildu regluligar Faroe Pride gongur tann 27. Juli síðan 2012. Í dag verður tann 11. FaroePride sum vant eisini hildin 27. Juli.
LGBT+ Føroyar hevur gjørt nógv burturúr í ár og hevur havt tiltøk alla vikuna uppundir skrúðgonguna.
Faroe Pride skrúðgongan byrjar við Tórsvøll, har Skelti, fløgg og annað litfagurt tilfar verður býtt út til luttakararnar, og eisini verður dansur, horntónleikur frá Havnar Hornorkestri og andlitsmáling á skránni.
Gingið verður oman á Vaglið, har ársins pride røða verður hildin og konsertir verða spældar. Upphitingin byrjar við Tórsvøll klokkan 15:00 og skrúðgongan fer avstað klokkan 16:00.
Ársins pride røðu heldur Elin Brimheim Heinesen.
Bólkarnir sum fara at spæla eru 200, Reiley Jazzygold, Einangran og Terji Rasmussen.