Tá veljararnir í Kansas í dag atkvøða til undanval í amerikanska statinum, so skulu teir eisini taka støðu til spurningin um rættin til fría fosturtøku, tí í dag skal eisini atkvøðast um “Virið tey bæði” broytingaruppskotið, sum í stuttum snýr seg um fría fosturtøku ella ei.
Kansas er fyrsti staturin í Amerika, sum skal taka støðu til spurningin um fría fosturtøku, eftir at hægstirætturin í USA í juni ógildaði avgerandi úrtøkuna frá 1973 “Roe vs Wade”, sum tryggjaði rættin til fosturtøku í øllum USA. Í løtuni er fosturtøka loyvd fram til 22. viku í Kansas.
Atkvøður meirilutin fyri broytingaruppskotinum, so verður rætturin til fría fosturtøku, sum er tryggjaður í grundlógini hjá statinum, strikaður. Síðani skulu politikkararnir í statinum – harav meirilutin er republikkanarar – avgerða, um fosturtøka skal vera loyvd ella ei, og í hvønn mun tað skal vera loyvt, um so er.
Ein kanning, ið co/efficient hevur gjørt vísur, at 47 prosent høvdu atkvøtt fyri broytingaruppskotinum, meðan 43 prosent høvdu atkvøtt ímóti. Hini tíggju prosentini søgdu seg ikki vita.
Atkvøður meirilutin ímóti verður fosturtøka lógin verandi óbroytt og kvinnur kunnu framhaldandi fáa fosturtøku fram til 22. viku.