Hondbóltslagið í Íslandi er framúr í løtuni – bæði í Køln og heima í Reykjavík og kring alt Ísland.
Í EM endaspælinum í Týsklandi skrivaði Ísland í dag søgu í Køln, har Kroatia var mótstøðuliðið í miðumfarinum. Inntil í dag hevði Ísland ongantíð vunnið í endaspæli ímóti Kroatia.
Í dag gekk alt í 2. hálvleiki upp í hægri eind hjá íslendingum, tí Ísland vann 35 – 30. Í 1. hálvleiki bendi einki á, at tað fór at eydnast Íslandi at vinna og harvið at halda tørn um OL møguleikan. Kroatia var frammanfyri 8-4, og hálvleiksstøðan var 18 – 16 til Kroatia, men eftir steðgin lagaði tað seg íslendingum til vildar.
Kroatia avrikaði alt annað enn væl í 2. hálvleiki, og íslendingar tóku av álvara av. Fyritreytirnar vóru annars ikki so góðar hjá Íslandi. Lyklaspælarin Ómar Ingi Magnússon var eftir á gistingarhúsinum, tí hann var sjúkur, og tá ið Janus Daði Smárason og Ómar eru í kamari saman, varð tað ikki hildið at vera ráðiligt, at hann var við.
Og tað varð uppaftur verri, tá ið Ýmir Örn Gíslason tíðliga sá reytt, og tá ið Gísli Þorgeir Kristjánsson noyddist skaddur av vøllinum.
Ein av lyklaspælarunum í dag var veteranurin Björgvin Páll Gústavsson, sum var heilt framúr í íslendska málinum og varð kosin at vera dagsins maður.
Hetta var fyrsti sigurin í miðumfarinum hjá Íslandi, sum hevur tapt ímóti Ungarn, Týsklandi og Fraklandi.
Síðsti dysturin hjá Íslandi í miðumfarinum verður mikudagin, tá ið Eysturríki verður mótstøðuliðið. Eysturríki fer í dag klokkan 17 at spæla ímóti Fraklandi. Frakland hevur spælt seg í hálvfinaluna, og Eysturríki fer í kvøld at spæla fyri at vinna seg í hálvfinaluna. Tað er greitt, at hvørki Ísland ella Kroatia fara at røkka í hálvfinaluna. Klokkan 19.30 hittast Týskland og Ungarn, sum bæði spæla fyri at vinna seg í hálvfinaluna.