Síðan skottilburðin í Field’s tann 3. juli, hevur stóra handilsmiðstøðin í danska høvuðsstaðnum verið latin aftur, men í dag letur hon uppaftur.
Í gjár boðaði Field’s frá í tíðindaskrivið, at handilsmiðstøðin letur uppaftur klokkan tíggju danska tíð í dag. Avgerðin at lata Field’s uppaftur, er tikin eftir, at løgreglan og sløkkiliðið í Keypmannahavn hava mett støðuna vera nóg trygga.
Klokkan 11 føroyska tíð, var minningarhald í allari handilsmiðstøðini. Skipað var fyri at tað var tøgn í ein minutt fyri at minnast ofrini. Handilsmiðstøðin hevur eisini boðað frá, at fólk eru vælkomin at leggja eitt blómutyssi við inngongdina, eins og nógv onnur frammanundan hava gjørt.
Sambært Ritzau, verður løgreglan í Keypmannahavn til staðar, og verða tey tøk frá klokkan 10 til 20 danska tíð, um borgarar hava spurningar ella hava tørv á upplýsingum um kreppuhjálp.
Tað var hin 3. juli, at ein 22 ára gamal maður fór at skjóta frá hond í Field's og drap trý fólk. Fýra onnur vórðu álvarsliga særd. Maðurin er nú varðhaldsfongslaður í afturlatnari psykiatriskari deild. Hann er skuldsettur fyri trý dráp og sjey drápsroyndir.