Í dag lat Macron hurðarnar upp til Notre Dame

Langafríggjadag er tað júst trý ár síðani, at Notre Dame dómkirkjan stóð í ljósum loga

Rebekka Manuela Behrens
15. apríl 2022 kl. 00:03

Ein sigarett, ein elektriskur feilir ella okkurt triðja. Trý ár eftir at Notre Dame brann, er tað enn ikki greitt, hvør orsøkin var til eldsbrunan.

Arbeiðið við at byggja Notre Dame upp aftur er væl ávegis, og nú trý ár eftir eldsbrunan, var Emmanuel Macron, forsetin í Fraklandi bæði tá og nú, til messuna, sum var hildin í dag. Forsetin hevur kunngjørt, at endurbyggingin verður liðug áðrenn 2024, tá París verður karmur um olymisku leikirnir.

- Tað er okkara søga, sum stendur í ljósum loga. Tað verður endurbygt. Vit hava brúk fyri hjálp til at fáa kirkjuna endurbygda. Tað hava fransmenn uppiborið, segði Emmanuel Macron, tá Notre Dame brann í 2019.

Áðrenn og aftaná eldsbrunan í dómkirkjuni Notre Dame

- Vitjanin hjá Macron er helst ein partur av valstríðnum

Stephanié Surrugue, sum er útsent tíðindafólk hjá DR, vil vera við, at vitjanin í dómkirkjuni eisini er ein liður av valstríðnum hjá Macron.

- Hann hevur bjóðað øllum miðlum inn á økið, sum annars hevur verið stongt fyri almenninginum seinastu árini. Hetta er samstundis eitt stað, sum hansara mótvalevni, Marine Le Pen, ikki hevur møguleika at koma inn. Tískil er hetta uttan iva eisini ein túrur saman við miðlafólki, sum skal fáa Macron til at standa fram sum hann, ið vil fáa Notre Dame at aftur síggja vakra út – og harvið lekja sálarløstin hjá tjóðini, sigur Stephanié Surruge, tíðindakvinna hjá DR.

Endurbyggingin hevur fingið globalan stuðul. Meiri enn 340.000 ymisk fólk og felagsskapir hava givið yvir 840 milliónir euro, sum svarar til 6,2 milliardir krónur.

Kelda: Dr.dk