Um smáar tveir tímar ber til at ogna sær atgongumerki til Champions League dystin týskvøldið tann 11. juli millum føroyameistarnar KÍ og meistararnar úr Ungarn, Ferencvárosi TC, við Djúpumýru.
Soleiðis skrivar heimasíðan hjá KÍ:
“Ferencvárosi heldur til í høvuðsstaðnum í Ungarn, Budapest. Tað búgva gott 1,8 mió fólk í býnum sum er nakað væl meira enn tey 5.000 sum búgva í Klaksvík.
Ferencvárosi TC hevur reguliga spælt Champions League bólkaspæl, seinast fyri 3 árum síðan. Í fjør spældu teir í Europa League bólkaspælinum, har teir vunnu bólkin. Ferencvárosi hevur vunnið heili 33 meistaraheitir og er harvið mest vinnandi lið í Ungarn. Teir eru í løtuni í einari sigursrøð, har teir hava vunnið meistaraheitið 5 ár á rað.
Lagt verður upp til enn eitt stórt og spennandi fóltbóltskvøld í Klaksvík. Hetta er fyrri dystur, seinni dysturin verður spældur í Budapest vikuna eftir.
KÍ hevur enn ikki tapt ein Champions League dyst í Klaksvík.
Atgongumerkjasølan, sum verður online, byrjar í dag týsdag 4. juli kl. 18.00.
Baksíðan verður gjørd til familjuøki og langsíðan, gamla skýlið, verður til aðrar fjepparar annars. Vit gera nógv burturúr fyri at gera heildarupplivingina so góða sum møguligt við tí sum har til hoyrir. Á báðum økjum verður søla av pylsum, góðgæti, øl og sodavatn.
Bláa Bylgja hevur eisini fjepparatiltak áðrenn dyst sum kunnað verður meira um seinni.
Prísirnir eru ymiskir, alt eftir hvar á stadion tú ynskir at sita”