Í dag hava tey, sum søktu inn á Fróðskaparsetrið at lesa, fingið boð um tey sleppa ikki ella ikki.
Setrið sigur, at í dag hava 298 umsøkjarar fingið boð um, at teir hava fingið lestrarpláss á Fróðskaparasetrinum - og við teimum, sum verða tikin upp í vetrarupptøkuni, verða tað tilsamans 323 lesandi á Fróðskaparsetrinum.
Nøkur, sum søktu, eru ikki skikkað og hava fingið noktandi svar, onnur eru komin á bíðilista.
Setrið sigur, at bíðilisti er til fimm útbúgvingar, nevniliga til lærara, sjúkrarøktarfrøði, lívfrøði, mýlalívsvísindi og námsfrøði.
Niðanfyri er yvirlit, sum vísir tal á umsóknum og tal á teimum, sum hava fingið lestrarpláss á teimum einstøku útbúgvingunum.
Á summum útbúgvingum eru tey sum hava fingið pláss, størri enn talið á umsóknum.
Tað er tí at umsøkjaratalið verður gjørt upp hvørja útbúgving, umsøkjarin hevur raðfest fremst og tað eru fleiri, sum hava fingið tilboð um lestrarpláss á tí útbúgvingini, sum tey hava raðfest sum nummar tvey.
Hetta er til dømis galdandi fyri námsfrøði, har 54 hava fingið í boði eitt lestrarpláss, hóast bara 39 umsøkjarar valdu námsfrøði sum fremstu raðfesting.
Tey 298, sum hava fingið tilboð um lestrarpláss, skulu nú váttað at tey taka av, og gera tey ikki tað, verða tað onnur, sum fáa plássini.
Annars vóru tað 379 lesandi, sum søktu um lestrarpláss á Setrinum eftir summarferiuna og tað eru 2,5 prosent minni enn í fjør.