Í dag eru Djóradagar í Havnardali

Tiltakið byrjar klokkan 14

Fríðmundur Nattestad
25. mai 2024 kl. 13:00

Hóast verkfall er, so verður árliga árliga tiltakið hjá Føroya Ríðingarfelag hetta vikuskiftið. Byrja verður klokkan 14 í dag, og endar tað klokkan 18. Sama søgan endurtekur seg í morgin sunnudag. 

- Felagið hevur lagt nógv fyri, so at verkfallið ávirkar sum minst - Sum vanligt so verður stór framsýning av djórum, ponyríðing, kaffisøla við vaflum o.ø., hoppiborgir o.a.. Ætlanin er at tyrlan skal vitja klokkan 15 í dag, so vit muga vóna at tað klárnar so frægt, at teir finna um hálsin og inn í Havnardal, siga fyriskipararnir.

- Tiltakið er á økinum hjá Føroya Ríðingarfelag í Havnardali. Vanliga vitja 5-6.000 fólk tiltakið, men nú verður spennandi at síggja hvussu nógv koma hesuferð - Eitt jaligt er um færri vitjandi eru, at so eru bíðirøðirnar tað styttri, so kanska er hetta júst lagaliga løtan at vitja Djóradagar.