Í dag eru tað 88 ár síðani, at Bóltfelagið B36 varð stovnað. Søga felagsins sigur, at tað var sunnudagin 28. mars í 1936, at felagið varð stovnað í einari skrivstovu í niðaru hæddini hjá Hansinu Johannesen har, sum Reyði Krossur nú er.
Sagt verður eisini, at
“Hóast felagið ikki varð stovnað formliga fyrr enn
í 1936, so var tað eisini virkið undan hesum, men tá navn skuldi setast á, helt Martin Olsen – Martin hjá HósvíksJákupi – at tað var meira saft í kraft í navninum B36 heldur enn B35. Og harvið var navn sett á nýggja barnið í føroysku fótbóltsfamiljuni.”
B36 hevur vunnið FM ellivu ferðir. Fyrsta FM heitið í 1946, tá ið felagið var 10 ár, og næstu árini vann B36 aftur FM í 1948, 1950, í 1959 og í 1962. So var turkur í nógv ár, tí B36 vann ikki sætta FM heitið fyrr enn í 1997. Tað vóru altso 35 ár millum fimtu og sættu ferðina, at B36 vann FM.
Síðani vann B36 FM í 2001, 2005, 2011, 2014 og 2015.
B36 hevur vunnið steypakappingina í 1965, í 1991, 2001, 2003, 2006, 2018 og í 2021.
Kvinnuliðið hjá B36 vann fyrsta FM heitið, sum tað var kappast um. Tað var í 1985, og B36 kvinnurnar vunnu eisini FM í 1987, 1996 og í 1998. B36 kvinnurnar vunnu steypakappingina í 1991, 1993, 1994, 1995, 1997 og aftur í 2005.
Felagið er millum størstu fótbóltsfeløgini í landinum við liðum í mest sum øllum deildum hjá gentum og dreingjum og kvinnum og monnum.
Í ár hevur B36 vunnið tveir teir fyrstu landskappingardystirnar í kappingini hjá monnum. Triði landskappingardysturin verður mánadagin 1. apríl, 2. páskadag, tá ið B36 klokkan 17 fer at spæla undir Mýruhjalla á Skála.
B36 kvinnurnar fara nú leygardagin 30. mars, páskaaftan, at spæla fyrsta landskappingardystin í ár. Hann verður kl. 14.45 leygardagin í Gundadali ímóti KÍ.
Marita Debess Magnussen er forkvinna, Súsanna Maria Hansen er varaforkvinna, Jaspur Enghamar er peningarøkil, Sigurd Rasmussen er skrivari og nevndarlimirnir eru Uni Holm Johannesen, Maj-Britt Hellisdal, Pól Rói Mohr og Lena Mohr, sum er umboð fyri ungdómsnevndina.