Í dag eru 12 føroysk ítróttarfólk á veg til Special Olympics í Berlin

Tey eru við í seks ítróttargreinum

Áki Bertholdsen
12. juni 2023 kl. 13:02

Í dag 12. juni fer eitt ferðalag frá Parasport í Føroyum á flog. Leiðin liggur til Berlin at kappast í heimsins størsta inklusiva ítróttartiltaki, Special Olympics World Games Berlin 2023
Umleið 7000 ítróttarfólk úr 190 londum skulu kappast í 26 ítróttargreinum hesar níggju dagarnar sum leikirnir vara.
Special Olympics World Games er ikki einans ein ítróttarkapping, men eisini ein stevna ið gevur fólki við menningartarni innlit í mentan og livihátt hjá vertslandinum. 

Tí gongur leiðin fyrst til Wilhelmsdorf í suðurtýsklandi, har ferðalagið skal verða tveir dagar og uppliva býin og umráðið kring Wilhelmsdorf.
Hósdagin 15. Juni gongur leiðin til Berlin har leikirnir eru.

Tey 12 Special Olympics ítróttarfólkini ið skulu kappast fyri Føroyar í seks ítróttargeinumum, eru: 
Svimjing: Hóri Hemmingson og Jórun Mai Smith.
Frælsur: ítróttur: Meiken Olsen
Boccia: Eli Olsen og Martha Hansen
Borðtennis: Tummas Wilhelm og Unn Mortensen
Bowling: Alexander Mittún Darvishi og Durita Strøm
Fimleikur: Jenny Thomsen, Súsanna Johannesen og Eyð Patursson

Parasport Føroyar sigur, at øll hava tey miðvíst fram til leikirnar.

Leikirnir verða settir leygdardagin, tað er 17. juni.
Kappingarnar verða 18.-24. juni, og Ferðalagið kemur heim aftur til Føroyar 26. juni.