Í dag er Valentines dagur - men hvør er upprunin til dagin?

Dagurin er uppkallaður eftir katólska prestinum Sankta Valentine, sum livdi í gamla rómverska ríkinum

Fríðmundur Nattestad
14. februar 2024 kl. 11:48

Í dag skriva vit 14. februar, sum eisini eru Valentines dagur. Hetta er ein dagur, sum hevur vundið nógv uppá seg her heima seinastu árini. Ein dagur, har kærleikin millum pør er í hásæti.

Men hvør er í grundini upprunin til hendan dagin? Dagurin er uppkallaður eftir katólska prestinum Sankta Valentine, sum livdi í gamla rómverska ríkinum.

Táverandi rómverski keisarin Claudius II, hevði sett stranga lóg í verk, um at rómverskir hermenn ikki kundu giftast. Orsøkin var tann, at hermennirnir ikki skuldu hava nakað at leingjast heim eftir, tá teir vóru sendir í kríggj.

Sankta Valentine valdi tí at gifta fleiri hermenn í loyndum, og tað er her at hansara eftirmæli, um at hava eina sterka trúgv á kærleikan, stavar. Eftir eina tíð var hetta tó uppdagað, og Valentine var fyrst fongslaður, og síðani tikin av døgum 14. februar í ár 270.

Tað var tó ikki fyrr enn góð 200 ár seinni, tá kristindómurin hevði fingið fastatøkur í Róm, at pávin skýrdi 14. februar til at vera Valentines dagur. Síðani tá hevur hetta verið ein dagur, sum hevur verið settur í samband við romantiskan kærleika.