Framsýningin leggur dent á føroyska samtíðarlist í stórum vavi. Listaverkini á framsýningini eru nevniliga fjøltáttað brot úr føroysku samtíðarlistini. Heitið sipar harumframt eisini til frambrot, nýbrot, og tað at bróta frá siðvenjum.
Tosa vit um føroyska list, er tað ofta naturalistiskir landslagsmálningar við olju á lørifti, ið koma til hugs, av teirri góðu orsøk, at hetta slagið av list fyllir serliga nógv í føroysku listasøguni og hevur verið sterk siðvenja í Føroyum í øldir. Í 1960´unum og 1970´unum flyta vit okkum tó longri og longri frá naturalistiska málninginum og afturkenniliga myndevninum og nærkast abstraktiónini við slóðbrótarum sum Jack Kampmann og Ingálvi av Reyni. Men hvat sermerkir føroyska list í dag? Hevur føroyska samtíðarlistin nøkur felagseyðkenni
Listafólkini, ið eru við á framsýningini, eru:
Alda Mohr Eyðunardóttir, Anný Djurhuus Øssursdóttir, Hansina Iversen, Jens Dam Ziska, Jóhan Martin Christiansen, Jón Sonni Jensen, Kirstin Helgadóttir, Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard, Randi Samsonsen, Rannvá Kunoy og Silja Strøm.
Listasavn Føroya hevur opið í dag frá klokkan 11 – 16.