Í dag er Altjóða dagur móti harðskapi móti kvinnum

Hetta er dagurin, har ljós verður varpað á harðskap móti kvinnum. Meðan fráboðanir um harðskap eru øktar við 50 prosentum í Føroyum, so vilja kvinnur í Irak hava lóggávu móti harðskapi heima við hús

Sigurjón Einarsson
25. november 2020 kl. 14:50

2020 hevur verið eitt harðligt ár. Tað sæst aftur á nýggjastu tølinum hjá Kvinnuhúsinum fyri 2020, har nógvar fráboðanir um harðskap eru fráboðaði har.

- Sum samfelag eiga vit av vísa hesum trupulleikum størsta áhuga, og seta okkum fyri at finna svar, soleiðis at tølini í 2021 verða lægri og ikki hægri enn í ár.

Soleiðis siga teir tríggir felagsskapirnir: Kvinnuhúsið, Kvinnufelagið í Havn og Amnesty Føroyar, sum í felag vísa á, at tølini hjá Kvinnuhúsinum siga okkum, at hesin samfelagstrupulleika ikki eigur at fara framvið borðinum.

Tølini tala

Nú vit eru komin væl inn í november mánað, vísa nýggjastu tølini hjá Kvinnuhúsinum, at 2020 verður eitt ár við nógv fleiri fráboðanum um harðskap enn undanfarin ár. Higartil eru komnar íalt 648 fráboðanir. Hetta eru 116 fráboðanir fleiri enn tær 432 í 2019 – ein vøkstur higartil uppá 50 prosent frá 2019 til 2020.

Børnini eru fangað í harðskapinum

Í Føroyum eru vit í eini støðu, har harðskapurin er øktur munandi seinasta árið, samstundis sum møguleikar fyri bústaði eru ógvuliga avmarkaðir. Hetta hevur við sær, at børn eru noydd at liva í heimum við harðskapi longri, enn neyðugt.

Kvinnuhúsið, Kvinnufelagið í Havn og Amnesty International Føroyar halda, at tað eru bólkar í samfelagnum, sum hava verri møguleika at ogna sær ein bústað ella at leiga, soleiðis sum miðanprísurin fyri at leiga alsamt økist. Eisini hetta er ein avbjóðing, sum vit sum samfelag, mugu taka í álvara. Tí um børn eru vitni til harðskap ella sjálvi verða útsett fyri harðskapi, so er stórur vandi fyri, at harðskapurin setur sjónlig spor langt inn í vaksnamannalívið.

Tí má hesin bólkur í okkara samfelag hjálpast, sum hava átroðkandi tørv á hjálp anno 2020, skriva tey trý sersambondini í einari yvirlýsing.

Ynskja lóggávu móti harðskapi heima við hús

Meðan harðskapurin er øktur í Føroyum, so ganga kvinnur í Irak friðarliga mótmælisgongu í Bagdad í dag. Tær ynskja, at irakiska tingið skal samtykkja eina lóg móti harðskapi heima við hús.

Lógirnar í landinum banna harðskap í familjuni, men har er eingin ávís lóg um harðskap heima við hús.

- Í dag fara vit út á gøtuna í samhuga við tey, ið hava verið fyri harðskapi og misbrúki ikki einans her í landinum, men allastaðni í heiminum, sigur Suhalia Al Assam, ið arbeiðir fyri javnrættindum í Irak, sambært tíðindamiðilin The National.