Drongurin hjá Ragnfríð Nord og Martin Anthoniussen fekk bjóðað pláss á dagstovni í Havn 1. August. Nú vit eru komin í hálvan september, er drongurin kortini framvegis ikki sloppin framat.
- Eg havi eitt slag av arbeiði, har tað ber til. Men arbeiðir tú í barnagarði, við fiski ella í handli, til dømis, so hevði tað jú slett ikki borið til, sigur Ragnfríð Nord, sum eisini dúvar upp á ommurnar fyri at fáa gerandisdagin at hanga saman.
Meira er at lesa í Dimmalætting, sum fæst til keyps í handlum kring landið, og sum kann lesast á netinum her.