Í ár verður yvirskotið 275 - 300 milliónir

Tað er blivið lættari hjá teimum, sum hava lán til bústað - og tað fer at verða upp aftur lættari í næstum, sigur Føroya Banki

Áki Bertholdsen
31. oktober 2024 kl. 07:57

Tað gongur framvegis sum eftir ánni hjá Føroya Banka. Bankin sigur, at triðja ársfjórðing í ár var yvirskotið, fyri skatt, 119 milliónir, samanborið við 105 milliónir í øðrum ársfjórðingi í fjør.

Bankin sigur í tíðindaskrivi, at orsøkin er, at bæði innlán og útlán veksa, umframt at  virðisbrøvini hava kastað væl av sær.

Tilsamans eru útlánini hjá bankanum 9,1 milliard og realkredittlánini eru 2,6 milliardir. Innlánini hjá bankanum eru 9,4 milliardir.

Sum heild er fíggjarstøðan hjá bæði vinnukundum og privatkundum, góð og tað sæst aftur í, at nakað av tí, sum varð sett av til tap, ikki er tap kortini og eisini tað bøtir upp á støðuna.

– Tey, sum eru rakt av rentuhækkingum hesi seinastu árini, fara at merkja ein lætta nú, sigur bankin.

Rentan er nú lækkandi, og enn fleiri rentulækkingar eru í vænti hesa næstu tíðina. Í ár hevur bankin lækkað rentuna í trimum umførum og tað ger tað lættari hjá húskjum.

– Sum heild hava okkara kundar tað gott, sigur Turið F. Arge, forstjóri í Føroya Banka, í tíðindaskrivi.

Bankin sigur, at tá ið tá rentan er skiftandi, kann tað vera gott hjá húskjum at velja realkredittlán heldur enn vanligt bankalán, tí tá ber til at læsa rentuna fasta í styttri og longri tíðarskeið.

– Rentuhækkingar kunnu raka einstakar familjur sera hart, og tí er tað altíð best, at ein javnan kannar, um lánini eru tey røttu, sigur bankin.

Við realkredittláni ber til, antin heilt ella partvíst, at sleppa undan, at rentan sveiggjar.

– Nú lækka renturnar, men so beint nú kann tað vera vert at umhugsa realkredittlán, tí nú eru fólk í einari betri støðu, skuldi renturnar hækka aftur, sigur Turið F. Arge.

 

Hon sigur, at higartil hevur úrslitið hjá bankanum verið betri enn væntað og hon sigur eisini, at útlitini fyri restina av árinum eru góð Og bankin væntar eitt úrslit eftir skatt upp á 275 - 300 milliónir í ár.