Skráin er spreidd yvir eina heila viku, so gestirnir hava møguleika at halda frástøðu.
Yrkingaupplestur, rithøvundasamrøður, bókasøla og so framvegis. Bókadagar snúgva seg um, at koma nær at bókmentum og góðusøguni saman við øðrum bókavinum. Eisini nú, meðan korona ger um seg og vit skulu halda frástøðu.
Bókadagar verða í døgunum 16. – 22. novembur.
Á skránni verður millum annað samrøða við Katrina Ottarsdóttir og Jóanes Nielsen, yrkingaupplestur við Kalpana Vijayavarathan og videosamrøða við finsku Sofi Oksanen.
Sí alla skránna á nlh.fo.
Fyri at lúka leiðreglurnar frá myndugleikunum um frástøðu, verða Bókadagar eina heila viku, og ikki bert eitt vikuskifti sum áður.
Harumframt verða fleiri av tiltøkunum stroymd, so um tað ikki er møguligt at koma í Norðurlandahúsið, ber til at fylgja við heimanífrá.
Posta bjóða ókeypis útbering alla vikuna meðan Bókadagar eru. Bøkurnar kunnu keypast á ritograk.fo. Eisini verður møguligt at keypa nýggju føroysku bøkurnar á netinum uttan at gjalda fyri flutning.
Tilmelding ella atgongumerkjakeyp eru neyðug til øll tiltøkini.