Aftur í ár leggur Norðurlandahúsið hús til Geytan, og hesaferð fáa nógv fleiri høvi til at fylgja við, tá besti føroyski stuttfilmur verður kosin.
Sum vant verða tvær virðislønir latnar: Geytin á 35.000 krónur, ið Runavíkar Kommuna letur og Áskoðaravirðislønin á 25.000 krónur, sum Tórshavnar Kommuna letur.
Atkvøðugreiðslan um áskoðaravirðislønina fer fram í sendingini umvegis Sona-appina, so til ber hjá øllum sjónvarpshyggjarum at atkvøða fyri sínum yndisfilmi.
Teir níggju filmarnir, ið dómsnevndin hevur valt, eru:
PERLAN – Terji Mohr
SKÚLA SCAM - 5. PARTUR - Tóki Jansson
MÓÐIR / KATA - Heiðrik á Heygum
SPILLARIN - Dina Fríða Poulsen
HANDANLAND - Barbara Lervig
KARLO AND LUDDI - Rói Davidsen
STORYMUSIC - Kristian Troldborg Sønderby / Franklin Symphor Henriksen
KAVAKRÍGGJ - Leann á Kósini
KALL – Nóllywood
Hvør einstakur limur í dómsnevndini er umboðaður av einum filmsyrkisligum felagi ella stovni.
Nýggja dómsnevndin er:
Rannvá Jónsdóttir (Filmsfelagið)
Hans Petur Hansen (Kringvarp Føroya)
Sakaris Stóra (Føroyskt Filmsfólk)
Tina Wagner (Filmshúsið)
Pætur M. Dahl (Klippfisk)
Altjóða limur í dómsnevndini: Kari Moen Kristiansen (Det Norske Filminstitut)
19 filmar vóru meldaðir til Geytan í ár. Eitt breitt úrval av filmsgreinum: heimildarfilmar, skemtifilmar, surrealistiskir spenningsfilmar, barnafilmar, tónleikafilmar og animatiónsfilmar.
Um filmarnar sigur dómsnevndin, at nógv nýggj andlit eru handan filmarnar í ár og fleiri av tilmeldaðu filmunum, eru gjørdir av smáum bólkum. Korona kann vera orsøkin, men tað er jaligt.
Sendingin byrjar 27. februar kl. 19.30 og Finnur Koba verður vertur.
Tiltakið er eitt samstarv millum Norðurlandahúsið og Kringvarp Føroya.