"I am Greta" í Filmsfelagnum

Elsa Berg, sum er nývald í Býráðið í Havn, fer at innleiða sýningina við nýggja svenska heimildarfilminum ”I am Greta” mikudagin 2. desember

Sigurjón Einarsson
26. november 2020 kl. 08:11

Nathan Grossman hevur verið í hølunum á Gretu Thunberg síðan hon fyrstu ferð fór í veðurlagsverkfall púra einsamøll á Mynttorget í Stockholm - og heilt til hon stardi heimsins politikarar beint í eyguni í New York og segði hin tiltikna setningin: ”How dare you?”.

Tað byrjaði fyri tveimum árum síðan, í august í 2018, tá 15-ára gamla Greta setti teim vaksnu ein einfaldan spurning: Um tit ikki hava áhuga í okkara framtíð her á klótuni, hví skal eg so hava nakran áhuga í at ganga í skúla?

Eftir tveimum mánaðum vóru orðini farin um allar geilar, og stríðið hjá teim ungu móti veðurlagsbroytingum var farið í gongd um allan heim. Og Greta, sum fyrr var ein fámæltur tannáringur við Aspergers syndromi, var á hvørjum munni, teirra millum Donald Trump og Emmanuel Macron.

Elsa Berg fer at innleiða sýningina við nýggja svenska heimildarfilminum ”I am Greta” mikudagin 2. desember.

Umframt hesa sýning í Filmsfelgnum kunnu skúlasýningar fyriskipaðast við at ringja til Havnar bio tlf 311956 ella 580020, ella við at senda teldupost til bio@bio.fo