Eftir ársskifti ber aftur til at ala mink í Danmark. Tað hevur danska stjórnin avgjørt, eftir at Statens Serums Institut hevur met, at vandin hjá fólkaheilsuni nú er avmarkaður.
Ein av orsøkunum til at vandin hjá fólkaheilsuni nú er avmarkaður er, at minkavinnan er vorðin munandi minni, eftir at danska stjórnin í novembur 2020 gav boð um, at allir minkar í Danmark skuldu avlívast.
Tað vera tó nøkur krøv sett til teir minkalarar, sum ætla sær at fara í holt við sítt virksemi aftur. Ein ætlan við smittufyribyrgjandi tiltøkum móti koronasmittu í minkum er gjørd, sum minkalararnir skulu halda.
Tað var í novembur 2020, at allir minkar í Danmark skuldu avlívast, tí danska stjórnin óttaðist eina nýggju smittu við koronavirus.
Seinni kom fram, at danska stjórnin ikki hevði heimild til at geva hesi boð. Avgerðin kostaði táverandi matvøruráðharranum, Mogens Jensen, sín sess.