Í Føroyum eru nú 19.440 húski í Føroyum Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni.
Tað eru 152 húski, ella 0,8 prosent fleiri enn fyri einum ári síðani. Í sama tíðarskeiði er fólkatalið annars vaksið 355 fólk.
Men uppgerðin vísir eisini, at tíðin, tá ið eitt húski var mamma, pápi og børn, er ein farin tíð. Uppgerðin vísir nevniliga í yvir 12.700 av teimum 19.440 húskjunum sum eru kring landið, eru eingi børn.
Sostatt eru eingi børn í umleið 66 prosent av øllum húskjum í landinum.
Somuleiðis eru húskini, har tað bara býr eitt fólk, tann størsti bólkurin, tí tað eru 5.000 húski, har tað bara býr eitt fólk. Sostatt er støðan tann, at í fjórðahvørjum húski býr bara eitt fólk.
Í 4.838 húskjum búgva bara tvey vaksin fólk og í 2.706 húskjum búgva trý vaksin fólk, og eingi børn.
Lutfalsliga er tað bólkurin við einum vaksnum, sum er vaksin mest hesi seinastu árini, tí tann bólkurin er vaksin heili 27 prosent.