“Hygg, nú fer hon oman á Jomfrúbakkan”

Eva Margrethe Thomsen (1912-2005), vanliga nevnd Eva í Horni, vaks upp úti í Bø í Havn. Tá ið Eva vaks upp, var tað ein øðrvísi Havn enn nú á døgum. Eingi gøtunøvn vóru tá – í staðin høvdu brekkur nøvn eftir fólki og húsum. Eva greiðir her frá staðarnøvnum í Havn og sigur frá ymsum, ið hevur samband við hesi støð. Eitt nú greiðir hon frá smiðjunum, vatnpostum, býarnátthúsi, Jomfrúbakkanum, Vaglinum, Mylluánni og Skraddarahjørninum.

Lagt til rættis: Marjun Arge Simonsen
28. oktober 2020 kl. 10:45

Útí í Bø
Tað, sum varð rópt úti í Bø, man hava verið Tróndargøta, Bøgøta, Konradsbrekka og tann vegin niðan eftir. Alt hetta vóru traðir. Tann fyrsta adressan her var Nybo. Eg minnist, tá ið elsta systir mín, sum nú hevði verið 80 ár, fekk brøv – tá man eg hava verið barn – tá stóð “Nybo, Thorshavn” á brævbjálvanum. Nybo var úti í Bø, tí tað vóru eingi gøtunøvn tá. Húsini hjá okkum vórðu bygd í 1895, og tað vardi leingi, áðrenn navnið Bøgøta kom at standa.

Smiðjurnar
Tað er heilt nýtt fyri meg, at smiðjan hjá Jensen verður rópt Smiðjan í Lítluvík. Vit róptu hana altíð Jensens smiðja. Tí tann smiðurin, ið var har alla mína tíð, var smed Jensen. Men hann mundi vera smiður fyri onkran annan; tað man hava verið Restorffs handil, sum hevur havt ta smiðjuna. Tað varð sagt Jensens smiðja, Askhams ­smiðja og Hans B. Arge`sa smiðja. Og yvirav – har sum Liffa hevði hattahandil tá – var Argjasmiðjan; hon mundi vera tann elsta. Hon var lág og stóð yvir ánna og inn í Bøgøtu – har var ikki tann breiði vegurin tá. Seinni vórðu eini hús bygd afturat; nú eru tey so umbygd.

Í Grind og Jomfrúbakkin
Vit fingu fortalt, at tað einaferð hevði verið eitt hagaportur her omanfyri. Haðan kom navnið í Grind. Eg havi ta uppfatan, at portrið hevur verið einastaðni millum Gamle Danmark og brekkuna, ið gekk niðaná har. Tað strekkið róptu vit niðri á Bakka ella at fara oman á Bakka; tað var í grundini kallað fyri Jomfrúbakkin. Her fóru havnarkonur við hvørt ein túr oman í góðum veðri um summarið. Eg minnist, at mamma mín onkuntíð fór oman har. Sóu vit onkra, vit kendu, sum búði uppi í Tróndargøtu, t.d. Hansinu hjá Kaldbaks-Peturi ella Juvinu hjá Anton, fara omaneftir, plagdu vit siga “Hygg, nú fer hon oman á Jomfrúbakkan.” Tað var ofta, tá ið veðrið var gott, og bátarnir t.d. komu aftur av dyrging.

Lítlavík, Bøáin og undir Grind
Tað rann ein á oman í Lítluvík, sum vit nevndu Bøánna. Annars var bert grót í Lítluvík, og tað var tað allan vegin framvið líka yvir í Vágsbotn og eisini yvir móti fabrikkini. Lítlavík var altíð ein skitin vík, tað ið eg minnist. Eystan fyri Gamle Danmark var ein hella oman móti sjónum. Har gekk eingin niðri undir, tí til høgru var eitt býarnátthús – ella alment nátthús – eg haldi tó ikki, at konufólkini gingu har, men mannfólkini gingu handan vegin. Tað var nógv longri oman á sjógv tá. Nátthúsið lá heilt út til sjógvin, og har var ein stór hella. Eystari var ein onnur hella, og har var eitt slag av einum øskudunga – eystan fyri Gamle Danmark – eins og tað var ein øskudungi úti í Bakka. Fólk høvdu ikki øll køstar tá. Økið frá hesum øskudunganum og yvir í Vágsbotn róptu vit undir Grind.

Í sjálvari Lítluvík vóru eisini neyst, so har man hava verið so frægt, at bátar kundu verða drignir upp har. Men eg minnist einki til, at har var nakað serligt atløgupláss ella tílíkt. Eg minnist tað vóru tvey neyst í Lítluvík, og harumframt stóð eitt neyst undir Askhams smiðju.

Kolgarðurin
Kolgarðurin var ímillum Meiaríið og hjá Madammuni, t.e. tey ovaru húsini hjá Joan Jakku. Eg veit ikki, hví vit róptu hesi húsini fyri hjá Madammuni, men tað man hava verið onkur fín madamma, ið hevur búð har í sínari tíð. Um vit í dag skulu stytta okkum um vegin og fara frá Tróndargøtu og oman í Tórsgøtu, so slepst oman ímillum har eftir einum vegarstubba, og tá fara vit altso ígjøgnum Kolgarðin. Og soleiðis verður tað nevnt enn. Hetta var eitt spælistað, tá ið eg var barn. Eg minnist væl, at her stóðu fleri úthús og gróthús við flagtaki, sum tey munnu hava goymt torv í fyrr.

Lítlabrúgv og á Sandinum
Tað var ein lítil brúgv niðri í Vágsbotni. Hana róptu vit Lítlubrúgv. Hon var undir Pakkhúsinum hjá Grækarisi. Komst tú frá Jóan Jakku (nú: Café Sirkus) og gekst beint oman móti sjónum, so komst tú oman á Lítlubrúgv. Við síðuna av var sandur. Tað róptu vit á Sandinum. Sandurin var millum brúnna og ánna, og her vórðu bátarnir drignir upp.

Mylluáin og Stóridammur
Inn ímóti hinumegin, har ið bensinpumpan stendur (nú er The Tarv her), rann ein á út. Hetta var Mylluáin, ein smøl á, sum var leidd uppi frá Stóradammi; tað var uppi frá Áarvegnum. Í Stóradammi tóku tey vatn í gamlar dagar. Við Tinghúsbøin rann áin opin tá, og har vóru slúsur, og har varð vatn savnað í dammar. Hetta hevur verið, áðrenn vatn varð lagt inn í húsini. Tá var býurin mestsum bara úti á Reyni, og so gingu tey hagar eftir vatni. Tvørtur um vegin, har ið henda áin var veitt frá, lógu eini 4-5 stórar fjalir. Hetta var ein armur frá Havnará, sum gekk oman eftir Mylnugøtu. Nakað ovarlaga í brekkuni við Doktarahúsini stóð ein mylla. Hana minnist eg væl, og eg havi eisini verið inni í hjólinum. Fórt tú at trampa í hjólinum, so fekst tú hjólið at mala runt. Men myllan hevur so ikki verið brúkt í mínari tíð. Og áin er eisini farin undir heilt nú; hon rann út, har ið bensinpumpurnar eru nú og fram við brúnni har. Vit róptu hana sum nevnt Mylluánna.

Kommunuskúlin hevði urtagarð langt út á har, ið fjalirnar lógu, men tað er so alt lagt undir heilt nú. Tá varð ikki gingið tann vegin niðan. Tú fórt fram við Perluni inn ímillum okkurt skot; har var grót lagt til trappur, og so var opið, so tú slapst upp á tann vegin, ið vit róptu at fara undir Boysensgarði.

Vatnpostarnir
Fólk høvdu ikki vatn í húsunum, men tey høvdu vatnpostar. Ein postur stóð í Konradsbrekku, millum Agnas og Johan Dam, og ein var niðast í Tróndargøtu, oman fyri Kristian í Árnafirði. Ein stóð har, ið tann smala gøtan er, M. Heinasonar gøta – millum Trappugøturnar. Yvir av endanum á tí gøtuni stóð ein postur, og hann varð standandi leingi. Ein stóð eisini á Áarvegnum, beint áraka Baldursbrá (nú: Kvilt hárfríðkan). Jú, tað stóðu nógvir postar runt um í býnum, og har gingu fólk so eftir vatni. Búðu tey nær við, skolaðu tey bara uttanfyri; fóru bara við eini balju útum, og so stóð tað og rann. Tá man hava verið nóg mikið av vatni.

Keisarasnittið
Vilhelm Tórsheim – eisini róptur Keisarin – laðaði garðin fram við Áarvegnum undir Amtmansborgini. Hetta varð gjørt, tá ið áin varð løgd undir heilt niðan um hjá Jacob Lützen. Hesin garður varð eitt tíðarskeið róptur Keisarasnittið.

Skraddarahjørnið og Vaglið
Tað, sum í dag verður rópt Káta Hornið, varð upprunaliga nevnt Skraddarahjørnið. Tað kom av tí, at her var Skraddarí. Eg haldi, at skraddarin æt Nolsøe. Seinni varð tað handil við harratoy. Navnið Glade hjørn, sum er nýggjari, kom av tí, at her plagdu teir ungu dreingirnir at savnast og skemta sær við at tosa um hesa ella hasa gentuna, sum spákaði framvið.

Tá var vanligt, at fólk spaseraðu. Tað vóru sera nógvar gentur av bygd, sum tæntu í Havn tá, og tær fóru sjálvandi eisini út at spasera. Tað vanliga var, at tú spaseraði niðan til portrið við endan á Plantasjuni og oman í býin, gjarna oman á Kongabrúnna. Og kanska eisini gjøgnum Skansabrekkuna og út á Skansan, sum tað stendur í sanginum: “Á Havnar Skansa hvíla vit ....” Tað hevur verið “Strøget” í Havn tá.

Har sum áin rann niðri við bókhandilin, var ein jarnverk fram við ánni, og har plagdi teir ungu menninir eisini at sita og hyggja eftir fólki, kanska serliga eftir gentunum. Tað var tað, sum varð nevnt Vaglið. Tað hevur verið, har ið Tinghúsbøurin er í dag. Navnið er uttan iva komið av tí, at teir ungu dreingirnir settu seg upp á hetta jarnverk, og tá kundi verða sagt meira sum í skemti, at teir “fóru upp á vaglið.” “Fert tú ikki oman á vaglið at seta teg?” kundi onkur siga, um hann var forrendur, ella “Ert tú farin á vaglið í kvøld?” Soleiðis varð tað eyknevnt, og á tann hátt kom navnið í.

Í erva og í neðra
Vart tú stødd í hinum partinum av býnum, t.d. á Kongabrúnni, og skuldi til hús – út í Bø, so kundi verða spurt: “Fert tú í erva ella fert tú í neðra?” Fórt tí í neðra, so fórt tú gjøgnum Vágsbotn. Fórt tú í erva, fórt tú niðan á Skraddarahjørnið – oman gjøgnum Skraddarabrekkuna – og niðan gjøgnum Fransabrekku, og so vart tú úti í Bø.

Holmens Kanal og Bankbrekkan
Tað niðasta í Tórsgøtu varð eina tíð rópt Holmens Kanal. Vanliga varð tað rópt Bankbrekkan, men nú var tað soleiðis, at tey kallaðu nakað fyri Kilakanalina í hinum endanum á býnum, t.e. undir Dimmalætting (í Erlings Jals gøtu).

Eg spurdi einaferð Pedda hjá Mourits um hetta, og hann kendist væl við navnið. Hann segði, at Býráðið hevði einaferð ætlanir um at gera okkurt í býnum, eg minnist ikki hvat, men hetta førdi so til, at fólk fóru at kalla hetta økið Holmens Kanal. Hetta kom kanska av, at lendið her er so vátt.

Poliskúrið
Poliskúrið var eitt blikhús, sum stóð norðan fyri Sjómansheimið (nú: Hotel Tórshavn) – har ið parkeringspláss er nú. Alt tað, ið eg veit um, varð tað kallað Poliskúrið. Hetta navnið kom av, at Napoleon í Dali bygdi hetta skúrið, tí hann handlaði við koli. Har stóð eitt annað pakkhús eisini, men eg kann ikki minnast, hvat tað varð kallað. Tað, sum stendur yvirav, varð rópt Hansens Pakkhús, haldi eg.

Úti á Reyni
Ingvard Jacobsen hevur skrivað um økið úti á Reyni einaferð í Dimmalætting. Eg minnist, at eg ringdi til hansara, tá ið eg hevði lisið tað og spurdi hann, hvar ið Pokunarhol var. Eg fekk at vita frá honum, at tað var vestan fyri handilin hjá Hans Olsen. Tað man hava okkurt við pokurnar at gera. Tað fekk hann til at vera har, ið Jona Hendriksen býr, aftan fyri Snikkarastovu ella har á leið. Hann segði mær eisini, at Klettaskot er frá Ydun og oman í Gongina, og Fútabakki er undir Rasmus Effersøes húsunum.

Undir Kletti og Doktaragrund
Plássið úti á Reyni, har ið Ydun, ølbryggjaríið, stóð, varð rópt undir Kletti (nú: høli hjá Aðalkonsuláti Íslands).

Tað opna plássið úti á Reyni varð rópt Doktaragrund. Her var vanligt at halda fólkafundir.

Á Brúgv

Plássið við tað ovara portrið til Havnar Kirkju verður rópt á Brúgv, t.e. Húsabrúgv. Her búði húsagarðsbóndin. Vanligt var at siga “at fara heim á Brúgv”, um tú vart úti í Bø og fórt heim eftir.

Nýggivegur

Dr. Jacobsens gøtu róptu vit Nýggjaveg. Eg minnist væl, tá ið hann varð gjørdur. Tað vardi leingi, áðrenn hann fekk nakað navn. Pettið frá Tóndargøtu og út til Dalavegin róptu vit uppi á Nýggjaveg. Eisini varð hann róptur Statsvegurin, tí tað mundi vera staturin, ið gjørdi hann. Vit róptu hann ikki Statsvegin, tí vit vóru so national, haldi eg.

Brekkur og trappur

Trappugøta frá Bøgøtu varð nevnd Juliusartrappur, tí Julius búði har. Hann var abbi Leiv Eidisgaard. Mikkjal í Dali búði hinumegin, so tað varð rópt Mikkjal í Dali`sa Trappur. Antonsabrekka er brekkan frá Bøgøtu og niðan í Tróndargøtu, og Mouritsarbrekka er omanef­tir himumegin, tí Mourits búði niðast har við, t.e. har sum Pedda Post og tey búgva. Jú, soleiðis kallaðu vit tað, tí tað vóru eingi gøtunøvn tá.

Tey, sum gingu í realskúla og búðu her uttanfyri, máttu øll oman gjøgnum Konradsbrekku, niðan gjøgnum Bø og niðan gjøgnum Antonsabrekku. Tey sluppu ongan annan veg, tí tað var ongin annar vegur. Men tá ið eg fór í realskúla í 1925, var vegur komin úteftir.

Lenubrekka

Brekkan frá húsunum hjá Poul Restorff og niðaná varð rópt Lenubrekka. Tað var tí, at kona Jóannes í Pætursastovu æt Marin Malena. Eg minnist, at tá ið vit skreiddu á sletu ella stóðu á skoytum, so skreiddu vit í Lenubrekku, í Konradsbrekku og í Amtmansbrekkuni.

Mýrugarðurin og Íshúsið

Mýrugarðurin var eitt lítið pláss aftan fyri húsini hjá Grími hjá Agnas. Grímur eigur tað nú, men tá átti kommunan tað. Tað lá ímillum barberin, Konrad, tey hjá Tummas Juul og okkum, t.e. Andreas í Horni, í ein fýrkant. Inngongd var í Konradsbrekku, men Grímur keypti so alt og girdi tað inni fram við Gríms Kambansgøtu, ella Konradsbrekku, sum vit søgdu. Har stóð eitt íshús. Eg veit ikki rættiliga, hvaðan tey fingu ísin, men eg haldi, at tey keyptu tað ein av hesum ringu vetrunum, tá ið tey brutu ís. Tað var ein danskari, sum æt Henry Ette, sum stóð fyri tí. Tað vóru tvær hæddir í hesum húsinum, og tað varð rópt Íshúsið. Men hetta datt so niðurfyri, og so keypti Grímur á Dul tað. Tey høvdu urtagarð o.tíl. har niðrií.

Men sum sagt varð garðurin róptur Mýrugarðurin, og tað man hava verið, tí lendið var so vátt har.

Skálatrøð

Vit søgdu vanliga á Skálatrøð, og vóru vit stødd niðri við sjógvin, nevndu vit tað undir Skálatrøð.

Svínaryggur

Plássið, har ið gamli kirkjugarður er, varð rópt á Svínaryggi. "Til den tid er jeg på Svinerygg," minnist eg, at ein gomul donsk onkuntíð kundi taka til. Hon var dóttir smed Jensen.

Niðan millum Kirkjugarðar

Niðan við kirkjugarðin gekk ein smalur vegur. Tað var so frægt, at tað slapst við einum barnavogni niðan henda vegin. Vanligt var at kalla tað at fara niðan millum Kirkjugarðar. Og hetta sigi eg enn.

Juliusartrøð

Har ið ovasti partur av kirkjugarðinum er, hevði Julius trøð fyrr. Hana róptu vit Juliusartrøð.

Rasmusarbrúgv

Brúnna innan fyri Skinnarasker nevndu vit Rasmusarbrúgv. Rasmus Effersøe hevur búð í einum húsum á Reyni, uppiá. Har er ein smøl trappa oman ímillum. Brúnna har nevndu vit Rasmusarbrúgv. Eg haldi, at hann gjørdi hesa brúnna, tí fekk hon navnið.

Nýggjabrúgv

Longri inni í Vágsbotni stóð ein stoyptur stabbi úti í sjónum, og út á hann gekk ein planki. Tað hevur verið onkustaðni undir húsunum hjá Radio-Karl. Vit kallaðu hesa brúnna fyri Nýggjubrúgv.

Á Kák

Á Kák var ein býlingur við niðara enda á Skansabrekkuni. Navnið er heilt gamalt. Her sigst, at fólk, ið høvdu gjørt okkurt, sum hevði revsing uppiborið, vórðu “kákað” ella kákstrokin. Her stóðu m.a. húsini hjá Stinu og í Dali. Longri úti vóru húsini í Trøð og á Krákusteini.

Stinuborg

Har ið tú vendir niðan eftir Skansabrekkuni, stóðu eini hús, ið vórðu rópt Stinuborg. Teir hjá Stinu búðu har. H.A. Djurhuus hevur skrivað um Stinuborg onkrastaðni.

Heim til Havnar

Vit búðu úti í Bø, og tá ið mamma mín fór til Eventsen – hann hevði toystovu í erva í Kristnastovu – at keypa silkibond og toy til fyriklæði o.tíl, so fór hon heim til Havnar. Og sjálvt í dag er tað einki fremmant fyri meg at hoyra tað, at fólk fara heim til Havnar. Einaferð skrivaði Johan Mortensen, sum starvast í útvarpinum, eitt eftirmæli um Dagny Mohr, sum starvaðist í bankanum, og tá nevndi hann, at hon helt á at siga, at hon fór heim til Havnar, so leingi sum hon livdi.

Á Bøkkinum

Har sum Vesturkirkjan stendur – har sum Rættará rennur – kallaðu vit á Bøkkinum. Eg veit ikki, hví tað æt so. Har var ein bonkur at sita á, og har var eitt portur. Portrið kallaðu tey Chr. í Dali`sa Portur, tí hann mundi eiga tað. Eg haldi, at tað var soleiðis, at kommunan setti tað fyrsta portrið upp, men so mátti tann, sum átti bøin, røkja tað. Hetta veit eg, tí at pápi mín átti eina trøð, og tað var eitt hagaportur har úti, og hann mátti altíð rinda, tá ið tað skuldi umvælast.

Á Bøkkinum var eitt pláss, sum havnarmenn hvíldu seg, tá ið teir bóru torv. Her settu teir leypin frá sær fyri seinastu ferð, áðrenn teir fóru heim í býin. Har var ein bakki at seta leypin á, og tað minnist eg væl.

Kinabrekkan, Kinatrøðin og Skeiva Træbrúgv

Aftan á Bøkkin kemur tú til Kinabrekkuna. Her høvdu tey í Kina – tey búðu á Reyni, tætt við Mettusto­vu – trøð; hon varð nevnd Kinatrøðin. Ein av teimum settu so búgv á trøðni. Tað hevur verið ovast í brekkuni, og tá kom navnið Kinabrekkan. Hon var nógv brattari fyrr. Fert tú longri, kemur tú til vegin, sum gongur oman móti kirkjugarðinum, og fert tú uppaftur longri úteftir, kemur tú til staðið, har ið tað gamla hagaportrið var, og uttan fyri har er Skeiva Træbrúgv. Hon var skeiv – ikki bygd skeiv, men gekk á skrá tvørtur um ánna (t.e. Ørará).

Á Skeivu Træbrúgv hvíldu havnarmenn seg, tá ið teir komu við torvleypinum, er mær fortalt. Har á leið er ein býlingur nú. Træbrúgv er ikki longur, men asfalteraður vegur. Men vit siga enn úti á Skeivu Træbrúgv. Tey ungu siga tað sjálvandi ikki, men vit eldru, sum hava gingið har. Pápi mín hevði trøð úti á Landavegnum, og vit høvdu torvheiðar norðuri í Havnardali, so vit gingu altíð út um Skeivu Træbrúgv, og so fóru vit eftir fjallinum, tí tá var eingin vegur.

Bines Kilde

Norðan fyri Kinabrekkuna var ein urtagarður í eini lægd. Ein á rann ígjøgnum hesa lægd, og tí varð garðurin nevndur Bines Kilde. Maðurin, ið gjørdi urtagarðin, hevði kallað antin konu ella dóttur upp. Henda Bina skal hava verið so sjúk, og tí gjørdi hann urtagarðin til minnis um hana. Tey vóru útlendingar. Her vóru eingi hús. Seinni keypti Hákun Hansen, fyrrv. sýslumaður, hetta stykkið, og hann bygdi seinni har. Hann keypti stykkið frá teimum í Mattalág, sum áttu tað tá.

Perskonufløta

Tey í Horni høvdu trøð á Perskonufløtu. Tú fert niðan eftir gøtuni og so oman eftir bønum, sum Setberg og onnur eiga nú – og her er so fløtan. Við síðuna av høvdu tey, sum itu Ljósheim, trøð. Gøtan, ið nevnist Perskonugøta, gongur niðan til trøðna, sum Perskonufløta er á.

Við støði í samrøðum gjørdar veturin 1987/88

Mínar viðmerkingar standa í klombrum.

--

Fakta:

Birgar Johannessen um smiðjuna úti í Grind (smiðjuna í Lítluvík):

Sum ein lið í útbyggingini við tí skjótt vaksandi Vágsbotnshandlinum bygdi M.C. Restorff í 1877 goymsluhús úti í Grind. Meðan M.C. Restorff var í handilsørindum í Leith, kom hann í prát við Niels Jensen. Teir samdust um, at Niels Jensen skuldi koma til Havnar at arbeiða sum smiður.

Goymslubygningurin, sum M.C. Restorff hevði bygt í 1877, gjørdist nú smiðja. Sostatt gjørdist fyrsta smiðjan úti í Grind veruleiki í 1878. Í 1918 yvirtók Jens Poulsen smiðjuna hjá „smed

Jensen“. Gamli Jensen fylgdi við og var nøkur ár hjá honum. Ta tíðina, Jens Poulsen átti smiðjuna, sluppu aðrir smiðir ofta at arbeiða uttan fyri hjá honum. Ein bornholmari, sum kallaðist Carlo Guglielmetti, høgdi í fleiri ár gravsteinar o.a. har úti. Jens Poulsen hevði smiðjuna til 1952.

Í 1977, hundrað ár eftir, at smiðjan varð bygd, varð hon umvæld og hevur síðani verið brúkt sum

framsýningarhøli.

Heimild: Havnin - fólk & yrki 1930-1939.

--

Heimildir:

Birgar Johannessen. 2007. Havnin - fólk & yrki 1930-1939. Tórshavn

Føroyamálsdeildin. Fróðskaparsetur Føroya

Jacobina Setberg (Eva var fastir hennara)

Tøkk fær:

Ólavur Øster. Tjóðsavnið