Hvussu nógv børn skulu doyggja afturat í Gasa?

Tá er hóskandi at nýta altjóða felagsskapir sum keldu, t.d. ST og Unicef

Tráin Petursson Nónklett
8. oktober 2024 kl. 22:35

Í ferðafrásøgn frá Ísrael nemur Sjúrður Skaale, fólkatingslimur fyri Javnaðarflokkin, m.a. við tilgjørdar myndir av løstaðum børnum. Hann vísir í upptøku á, at:

“Sovorðnar myndir kenna vit øll frá Tiktok og Instagram, ung fólk fáa tað allatíðina inn á telefonina. Man sær at tað er AI myndir, men sjálvt um man sær at tað er AI myndir, so skapar tað eitt inntrykk, eina fatan millum fólk. Og fatanin er, forteljingin skal vera, at Ísrael drepur børn tí tey eru børn, Ísrael drepur muslimar tí tey eru muslimar, Ísrael drepur arabarar tí tey eru arabarar. Og tá tað skolar so massivt innyvir telefonirnar hjá ungum fólki í Evropa, so býtir tað seg fast, og tú hevur eisini sæð sovorðnar í Føroyum, at sovorðnar myndir vera dúgliga deildar.” [1]

Men er alt diskursur, narrativ og tilgjørdar myndir? Drepur Ísrael ikki børn í Gasa? Drepur Ísrael ikki muslimar í Gasa? Drepur Ísrael ikki arabarar í Gasa?

Dagin fyri legði Sjúrður Skaale eitt annað filmsbrot út frá Re’im, Negev, har sum Nova festivalurin varð hildin. Tað var har, sum Hamas drap 364 menniskju og tók 40 gíslar hin 7. oktobur 2023. Sjúrður Skaale nevnir sjálvur í brotinum stóru oyðileggingarnar í Gasa og dripin børn.

“tann størsta prísin fyri tað álopið, sum varð framt beint her [Re’im, Negev] fyri akkurát einum ári síðani, rindar fólkið í Gasa. Neyðars børnini í Gasa. Familjur, sum eru fluttar runt aftur og aftur og aftur. Oyðilagdir bygningar, oyðilagdur infrastrukturur. Hetta er ræðuligt, hetta her, at síggja alt hetta her, øll hesi her fólkini, sum blivu dripin [í Re’im, Negev], í Gasa er tað nógv verri. Men Hamas má berjast niður, tað er ikki eydnast enn, tað er ongin vegur uttanum.” [2]

Í kríggi er nógv propaganda og tað kann vera trupult at meta um hvat er rætt og skeivt. Vitlíki hevur gjørt tað enn truplari, eisini í mun til myndir og sjónbond. Tað er ongin ivi um. Tá er hóskandi at nýta altjóða felagsskapir sum keldu, t.d. ST og Unicef.

Sambært ST stovninum fyri mannarættindi eru nærum 2 milliónir í Gasa – út av 2,1 milliónum – flýggjaði úr egnum heimi. 42.000 palestinar eru dripnir. ST metir, at 17.000 børn eru dripin í Gasa síðani 7. oktobur 2023. Fleiri enn 97.000 palestinar eru løstaði, nógv við lívslongum skaðum. [3]

Í mai 2024 vísti Unicef á, at íbúgvar í Gasa hava ov lítið av vatni, mati, brennievni og heilivági. Unicef metti eisini, at 17.000 børn eru uttan foreldur ella verja. Nærum øll børnini hava sálarligar skaðar, nógv eru løstað fysiskt og nógv hungra. [4, 5]

Um Hamas skal berjast niður merkir tað, at Ísrael framvegis skal bumba í Gasa – sum Sjúrður Skaale sigur at “ongin vegur [er] uttanum”. Tá fara nógv fleiri børn og sivil at doyggja afturat. Ein vegur er uttanum: vápnahvíld.

Eg kann bert taka undir við partamanni hjá Sjúrð Skaale, Jóan Paula Dahl Jakobsen, sum spyr: Hvussu nógv børn skulu doyggja í Gasa? [6]

Spurningurin varð settur í desembur 2023, tá ið fleiri enn 6.000 vórðu dripin.

Nú eru tey 17.000.

Tilvísingar:

[1] https://www.vp.fo/news/israel-in-the-ring-of-fire

[2] https://www.youtube.com/watch?v=BmJMbxn4BeQ

[3] https://www.ohchr.org/en/press-releases/2024/10/7-october-un-experts-call-end-violence-and-accountability-after-year-human

[4] https://www.unicef.org/press-releases/statement-unicef-executive-director-catherine-russell-military-operations-and-border

[5] https://www.unicef.org/emergencies/children-gaza-need-lifesaving-support

[6] https://www.dimma.fo/grein/hvussu-nogv-born-skulu-doyggja-i-gasa