Hvussu farligur er minkvarianturin av korona-smittuni?

KORONAVIRUS: Støðan við minkvariantinum hevur verið umrødd í bæði føroyskum og útlendskum miðlum. Nú verður ein meting gjørd, ið skal finna útav, hvussu vandamikið minkvarianturin av korona-smittuni er

Sigurjón Einarsson
12. november 2020 kl. 10:00

Støðan við minkvariantinum, ið er funnin í minkum í Danmark, og sum eisini er staðfestur her í Føroyum, verður nógv umrøtt kring heimin. Støðan við minkvariantinum verður nú eisini tikið upp á ES-støði hesa vikuna.

Danski uttanríkisráðharrin, Jeppe Kofod, varð tráspurdur um hetta av handilsráðharrum í ES mánadagin.

Sameinda kongsríkið UK lat aftur í síðstu viku, og steðgaði millum annað allari ferðslu til og úr Danmark. Nú óttast danir, at onnur lond fara at gera tað sama komandi vikurnar. Tí brúkti danski uttanríkisráðharrin stóran part av mánadegnum til videofundir við sínar altjóða starvsfelagar.

Fult gjøgnumskygni

Danska stjórnin og myndugleikarnir eru í tøttum samskifti við altjóða felagsskapir, og millum annað ECDC (evropeiska miðdepilin fyri fyribyrgjan av og eftirlit við sjúku) hevur samskifti við danska Statens Serum Institut, nú nýggj váðameting fyri ferðing verður kunngjørd í dag.

Í viðtalu við Altinget sigur uttanríkisráðharrin, at danska stjórnin tekur cluster 5-smittuna sera álvarsliga.

- Vit hava ikki einans ábyrgd fyri danska fólkinum, men eisini eina altjóða ábyrgd, sigur Jeppe Kofod.

WHO mælir til, at onnur lond – í núverandi støðu – ikki hava fyri neyðini at seta ferða- ella handilsavmarkingar í gildi móti Danmark.

Vágameting og fundir

Í dag verða donsku minkarnir aftur í fokus. ECDC fer at koma við einari vágameting av støðuni í Danmark og minkvariantinum, meðan Jeppe Kofod skal á videofund við ES-kommisserin, Stella Kyriakides.

Her verður væntandi kjakast og støða tikin til mink- og Covid-19 støðuna í Danmark.

Marnar Fríðheim Kristiansen, lækni, hevur staðfest fyri Dimmalætting at:

- Hasin varianturin er ikki verri enn nøkur onnur variatión sum so. Tað snýr seg bara um, at hann ikki spjaðir seg. Men tað er rætt, at hann er – ella hevur verið – í Føroyum.

Kelda: Altinget