Felagið, Føroyar lesa, skipar nú fyri kapping, um at finna Ársins lesiátak 2024. Kappingin hevur til endamáls at leggja lunnar undir góðar lesivanar hjá teimum ungu.
Eitt lesiátak kann vera at at skipa lesiløtur, at gera ein bókavarða, at seta bókasavnsvitjanir á skrá, at gera sjónleik, sang ella annað burtur úr søgum, evnisdagar um yndissøgur ella okkurt heilt annað. Bara hugflogið setur markið. Endamálið er at gera lesingina stuttliga.
Eingi krøv eru fyri at luttaka, og vit vóna, at so nógvir stovnar og skúlar sum gjørligt vilja luttaka.
Tey trý vinnandi hugskotini vinna 5.000 krónur hvør. Vinnararnir kunnu vera ein stova, ein flokkur, ein bólkur ella ein stovnur. Tað er sjálvt hugskotið, sum vigar mest.
Freistin at lata inn frágreiðing og myndir, sum lýsa átakið, er 1. mai 2024. Vinnarin verður kosin 1. juni.
Finn íblástur til hugskot á heimasíðuni hjá Føroyar lesa.