Í ár eru 110 ár liðin, síðani fyrstu filmsupptøkurnar vórðu gjørdar í Føroyum. Nú vit nærkast einum nýggjum ári og einum nýggjum tíðarskeiði – við nýstovnaðum føroyskum Filmshúsi eins og nýggjum public service sáttmála fyri almenna føroyska sjónvarpið – er tíðin komin at líta afturá eins og framá – og at spyrja, hvussu framtíðin sær út fyri Føroyar á filmiska heimskortinum.
Tá ið talan er um føroyskar fjølmiðlar, ikki minst føroyskan film og føroyskt sjónvarp, er úrvalið eins og almenna kjakið ofta eitt sindur einsháttað ella avmarkað. Tað kostar ov mikið, er vanliga niðurstøðan. Alt gott um at hugsa stórt, men at ímynda sær føroyskan film og føroyskt sjónvarp, sum er á støði við hitt útlendska, tykist ein veruleikafjarur dreymur. Tí tað ber ikki til í Føroyum. Vit hava ikki sama arbeiðsgrundarlag.
Í hesi grein vil eg tó gjarna líka loyva mær at førka fokusið nakað. Um vit eina løtu ganga út frá, at fíggjarligi parturin ikki er ein forðing, og vit ganga út frá, at føroyingar duga minst líka so væl sum øll onnur, so er vert at kanna hin partin av málinum nærri, ið er minst líka, um ikki nógv meiri, týðandi í heildarmyndini – nevniliga kreativa síðan av krónuni.
Frá búskaparkreppu til blómandi kreativa vinnu
Spírandi grasrótarørslan við føroyskum filmsfólki, sum hevur í huga at stápla eina føroyska filmsvinnu upp á beinini, er kærkomin hesi seinastu árini. Hon hevur ikki bert til endamáls at vaksa um føroyska filmstilfeingið, men somuleiðis at gera upp við treisku tankagongdina um, at onki ber til í Føroyum.
Mentanarliga veðurlagið er í ferð við at broytast saman við kreativa streyminum av føroyskum talenti, sum bæði ferðast út um landoddarnar, eins og heimaftur á klettarnar, við eini øðrvísi tilgongd til tingini. Frá búskaparkreppuni fyrst í nítárunum, tá arbeiðsloysi rakti Føroyar sum eitt skriðulop, hava seinastu 25 árini betrað um viðurskifti okkara munandi.
Í dag er ein blómandi kreativ vinna við til at mynda búskaparliga landslagið við fjølbroyttum íverksetarum innan føroyska gransking, sniðgeving, handverk, lýsingavinnu, tónlist, kunningartøkni, bókmentir og byggilist, mat-, mynda- og filmslist - og meira við. Tað er ikki longur ørt ella óhoyrt at tosa um eina kreativa vinnu, ið er til frama fyri føroyska samfelagið, eisini fíggjarliga. Og tað er í hesum høpi, at eg havi hug at viðgera føroyskt sjónvarp sum nakað meir enn bert ein almennur tænastumiðil. Her er vert at gera greitt, at hetta er ikki at skilja sum ein atfinningarsom grein mótvegis Kringvarpinum, tvørturímóti.'
Føroyska filmssøgan 110 ár
Føroyska filmssøgan, sum í ár telur 110 ár (um vit telja fyrstu filmsupptøkur í Føroyum við), er í stóran mun myndað av útlendingum.
Fyrstu filmsupptøkur í Føroyum vórðu gjørdar í 1907, tá ið Fríðrikur 8. kongur var á vitjan, ávegis til Íslands. Maðurin handan filmsmyndatólið var Ole Olsen, sum árið fyri hevði stovnað danska Nordisk Films Kompagni; í dag heimsins elsta filmsfelag, sum enn er virkið. Tó er lítið av originalum films- og sjónvarpstilfari, sum er framleitt av føroyingum sjálvum alla hesa seinastu øldina – t.e. tilfar annað enn tíðindi, ítrótta-, barna-, dokumentar- og mentanarsendingar. Her er vert at spyrja hví? Er tíðin ikki komin at taka í egnan barm á politiskum stigi?
Stillmynd úr fyrstu filmsupptøkum, gjørdar í Føroyum, í 1907. Upptøkuna gjørdi Ole Olsen. Kelda: snar.fo
Hvussu ber til, at føroyingar – ið, sum heild mugu sigast at hava stóran áhuga í filmi og sjónvarpi; flestu húsarhald rúma í øllum førum einum skermi – ikki hava gagnnýtt síni egnu talent og Føroyar sum filmsland í størri mun?
Ein av eyðsýndu orsøkunum er, at tøknin er komin til Føroya lutfalsliga seint í mun til útlondini. Almenna føroyska sjónvarpið kom ikki fyrrenn í 1984 og hevur ikki virkað eftir einum vinnuligum hugsjónarleisti, men sum almennur tænastumiðil.
Her verður ikki skotið upp, at Kringvarpið ikki hevur røkt sína uppgávu sum public service stovnur – fleiri fyrimunir fylgja júst við at hava ein public service stovn, sum fevnir víða – men heldur, at arbeiðsgrundarlagið, tá ið talan er føroyska dramaframleiðslu frameftir, kann styrkjast.
Alsamt fleiri kunnu t.d. í dag bjóða seg fram sum framleiðarar uttanfyri KvF, og tað er gleðiligt. Men tá tað er sagt, so er ongin ivi um, at onnur orsøk til lutfalsliga fátæku føroysku films- og sjónvarpsframleiðsluna er, at føroyskt drama hevur ongantíð megnað at vunnið sær rásarúm í júst almenna føroyska sjónvarpinum.
Tørvur á føroyskari dramadeild
Trupulleikin er ikki ein tørvur á talenti, kreativiteti ella vilja til at føra tingini út í verki. Ítøkiliga er tørvur á eini føroyskari dramadeild, sum fær loyvi til at fokusera á framleiðslu av originalum føroyskum drama – t.e. fiktiv frásøga – og onki annað.
Hetta krevur sum vera man eitt størri stykki av almennu fíggjarlagkøkuni, men tað er heldur ikki meir enn rímiligt, um framtíðin í føroyskum filmi og sjónvarpi skal takast í álvara. Sum er, fyllir føroyskt drama eitt reiðiliga leysliga orðað reglubrot á fýra linjur í public service sáttmálanum millum KvF og Mentamálaráðið. Er politiski og fólksligi viljin ikki til at stuðla føroyskari dramaframleiðslu í størri ella sama mun sum útlendskari í hesum høpi?
Reglubrot úr verandi public service sáttmála KvFs, galdandi frá 1. januar 2017 til 31. desembur 2020
Tað er lætt at liggja sjóvarfallið av sær. Í hesum høpi er eisini tørvur á eini mannagongd innan føroyskan film og føroyskt sjónvarp, sum eggjar til kvikari viðgerð og kvikari framleiðslu. Vit mugu hækka ambitiónsstøðið.
“Sjón fyri Søgn” er ein nýggj føroysk verkætlan, sum varð kunngjørd á sumri í fjør, og er skrúvað saman sum ein interaktiv stuttfilmsrøð, har hyggjarin avger, hvat hendir. Samstundis er hon skipað sum ein handritskapping, har øll kunnu vera við – eisini, um ein onki veit um at skriva filmshandrit. Hvør stuttfilmur í røðini varir í góðar tríggjar minuttir og er skrivaður soleiðis, at tú sum hyggjari fær tveir valmøguleikar í endanum av hvørjum parti. Um tú velur “ja”, fylgir tú søguni ein veg, og velur tú “nei”, mennir søgan seg ein annan veg. Hon er ætlað til at verða spæld online, men kann eisini rigga í sjónvarpinum.
Verkætlanin er enn á menningarstigi, men kann rigga væl í føroyskum høpi, tí Føroyar eru ein frálíkur royndarmarknaður, og tað er lutfalsliga lætt at fáa ein breiðan skara av føroyingum við í slíka verkætlan á ymsan hátt, harímillum sum interaktivar hyggjarar – í tráð við eitt nú public service sáttmálan.
Lýsingarmynd fyri nýggju interaktivu filmsappina “Mosaic” hjá Steven Soderbergh og HBO. Mynd: HBO
Fyrst í novembur mánaði bórust tíðindi uttan úr heimi um eina líknandi røð, sum heimsgitni leikstjórin Steven Soderbergh saman við filmshøvundanum Ed Solomon og sjónvarpsrásini HBO útgeva fyrst í næsta ári umvegis Apple TV í USA.
Talan er hvørki um ein film ella eina vanliga sjónvarpssending, so sum vit kenna tær – men júst ein interaktiv app. Hon verður seld sum næsta stigið í mobilari søgufrásøgn – ein víðarimenning av films- og sjónvarpsmiðlinum. “Mosaic” eitur appin, sum longu kann takast niður umvegis Apple Store á eitt nú iPhone. Nú er ikki heilt víst, at nýskapandi appin í roynd og veru eydnast so væl, tá ið tað kemur til stykkis, men ein fær hug at klípa seg sjálvan í armin.
Við stovnsetanini av einum nýggjum føroyskum Filmshúsi er stigið eisini komið til, at vit skapa eitt gott gróðrargrundarlag fyri menning av føroyskum sjónvarpi, sum leggur seg eftir at gagnnýta og at umboða føroyingar og føroyska samfelagið í størri mun innan fiktiva frásøgu, m.a. við hjálp frá okkara mongu dugnaligu føroysku rithøvundum, og sum júst kann kappast á henda hátt við stóru útlendsku spælararnar.
Vit hava tørv á eini dramadeild, ið eggjar og loyvir fleiri originalum hugskotum framat, sum kann setast upp eftir royndum leisti uttanlands, har onki verður framleitt uttan stigvísa góðskumeting, eins og hesi kunnu setast upp ímóti donskum drama og øðrum rásum uttanlands.
Tað ber til at uppfylla public service skyldurnar uttan, at kreativiteturin skal kvalast við kostnaði. Við originalum framleiðslum ber somuleiðis til at selja hesar kring allan heim sum almennur tænastumiðil, eins og DR hevur gjørt seinastu tíggju árini fyri yvir kvarta milliard. Føroyingar hava ein gyltan møguleika at gera júst tað sama – nevniliga tí, at mestsum onki er framleitt í Føroyum. Tað er ein serstøk sølustøða at vera í.
Styrkt norðurlendskt samstarv
Somuleiðis er týðandi við styrktum norðurlendskum samstarvi. Norðurlendskt drama hevur seinastu árini verið millum mest umrøddu sjónvarpshendingar í altjóða høpi. Bæði filmar og sendirøðir hava í dag gott gróðrargrundarlag við handanini av alskyns altjóða virðislønum, ið heiðra júst norðurlendskum drama.
Vit kunnu hyggja til grannar í Noregi. Eitt gott dømi er norska ungdómsrøðin “SKAM,” ið síðani í fjør hevur tikið hyggjarafjøldir runt um allan heim av fótum. Annað dømi er norska krimirøðin “MAMMON,” sum júst hevur vunnið eina Emmy – ein av størstu sjónvarpsheiðurslønum, sum eru – fyri heiðurin sum besta altjóða røð.
Nordvision er samstarvsfelagsskapur fyri allar tær norðurlendsku public service rásirnar. Mynd: Nordvision
Nordvision er samstarvsfelagsskapur fyri norðurlendsku public service rásirnar – t.e. tær fimm stóru: danska DR, norska NRK, íslendska RÚV, svenska SVT og finska YLE; afturat teim smærru: føroyska KvF og grønlendska KNR, eins og svensku SR og UR, ið hava atlimaskap. Nordvision fylgir í stuttum slagorðunum:
“Vit deila tað, vit eiga.”
Hugsjónin handan hetta motto er, at við samstarvi ber til at gagnnýta fígging sína betur og at framleiða meiri innanfyri somu fíggjarrammur. Í praksis er talan um samframleiðslur, samstarv um sendiloyvi til røðir og annað innihald, sparring um format, útveksling av vitan, arbeiðsroyndum og meira.
Í ársfrágreiðingini hjá Nordvision fyri í fjør greiðir Ivar Køhn, leiðari á dramadeildini hjá NRK, frá, hvussu hann sær framtíðina fyri norðurlendskt drama.
“Eg haldi, at viðvindurin hjá norðurlendskum drama er útslitið av eini greiðari ambitión at skapa góðsku, ið byggir á originalitet, at vera undirhaldandi, meðan ein er varugur um public service skylduna, ið somuleiðis skapar eyka virði fyri hyggjarafjøldina.”
Sambært honum er tað, sum sermerkir norðurlendskt drama, góð søgufrásøgn, hugtakandi persónar og øðrvísi staðsetingar.
“Vit eru øðrvísi á ein góðan hátt. Vit mugu halda fast í hesum dygdunum – eisini, tá ið tørvurin á fígging merkir, at altjóða luttakarar fáa størri fótafesti í okkara verkætlanum.”
Netflix og HBO eru millum nýggju kappingarneytarnar hjá norðurlendsku public service rásunum. Mynd: Deadline Hollywood
Ongin ivi er um, at kappingin er hørð á altjóða marknaðinum við nýggjum spælarum sum Netflix, HBO og øðrum, og kappingin linkar neyvan komandi árini.
“Eg trúgvi, at vit mugu fokusera á framleiðslur, sum okkara egnu hyggjarar í fyrstu atløgu mega liva seg inn í, men hesar mugu samstundis hava ávísa altjóða dygd og serkenni. Eg vóni, at norðurlendskt drama sementerar sína støðu sum ein veitari av nýskapandi góðsku. Vit fara at síggja fleiri dramaverkætlanir, ið fevna tvørtur um Norðurlond. Vit fara eisini at síggja eitt størri bland av sendirøðum; bæði í mun til fíggjarstøði og í mun til ymiskar málbólkar.”
Hann peikar somuleiðis á, at har eru fleiri munir og líkheitir ímillum ymisk sløg av norðurlendskum drama.
“Vit eru uttan iva ávirkað av hvørjum øðrum, og vit læra av royndunum hjá hvørjum øðrum. Vit nýta í alsamt størri mun somu arbeiðshættir við einum stórum fokusi á filmshøvundar og handrit. Men har eru munir við atliti til, hvussu vit framleiða og útgeva, og onkrir munir í okkara fokusi á innihald. DR hevur eina sterka innanhýsis framleiðslu, meðan hinar dramadeildirnar í alsamt størri mun arbeiða saman við uttanhýsis framleiðsluumhvørvinum.”
“NRK útgevur við tí miðlapalli og senditíð í huga, sum verður mett at geva bestu úrslit fyri eina ávísa sending, meðan onnur framleiða sendingar til ásetta senditíð. DR framleiðir í høvuðsheitum originalar nútímans sendirøðir í sesongum; SVT ger sendingar, ið byggja á bøkur og vælkendar titlar; meðan NRK, YLE og RÚV gera eitt sindur av hvørjum og ofta framleiða mini-røðir.”
Við atliti til kappingina við on-demand stroyming tænastur, so sum Netflix, Viaplay og CMore, sum bíleggja alsamt fleiri røðir og gera sær dælt av vaksandi norðurlendsku talentpuljuni, metir Køhn, at norðurlendsku public service rásirnar mugu arbeiða saman um at veita somu tænastur.
“Eg trúgvi, at tað er týðandi fortreyt fyri okkum í Norðurlondum at tryggja óavmarkað rættindi sum almenn tænasta uttan mun til miðlapall; annars yvirliva vit ikki, upp ímóti altjóða spælarum, við framtíðini í huga. Norðurlendskt drama er í vanda fyri at vera marginaliserað og at hvørva, um okkara framleiðslur ikki eru tøkar fyri hyggjarafjøldina.”
Tørvur er á eini føroyskari dramadeild í sjónvarpinum, um framleiðslu- og ambitiónsstøðið skal hækka komandi árini
Fokus á tað lokala
Fyrst í oktobur mánaði kunngjørdu tær fimm stóru norðurlendsku public service rásirnar, at tær eru farnar til verka um eina nýggja felagsætlan um saman at framleiða meira av norðurlendskum public service drama – fyri at betra um støðufesti sítt í kappingini við slíkar nýggjar tænastur, serstakliga amerikanska fiksjón, í sjónvarpinum eins og online.
Henda kunngerð kemur eftir eina stóra kunngerð frá amerikonsku rásini HBO, sum hevur stovnað sína egnu norðurlendsku deild, og í septembur mánaði kunngjørdi sína fyrstu bílegging av eini originalari norðurlendskari røð, ið svenski leikstjórin Lukas Moodysson hevur skrivað og stendur fyri, og sum verður filmað í Svøríki í næsta ár. Kunngerðin hjá HBO kom somuleiðis eftir kunngerð frá online rásini Netflix, sum hevur bílagt sínar fyrstu originalu svensku og donsku sendirøðir. Tað gongur skjótt fyri seg.
Nýggja avtalan millum norðurlendsku public service rásirnar ásetur, at 12 nýggjar dramarøðir verða framleiddar og útgivnar í Norðurlondum tey næstu árini. Avtalan ber somuleiðis við sær, at fíggjarstøði á hesum røðunum kann hækkast.
Endamálið er at hýsa tí besta av tí besta av norðurlendskum drama, hvørs akker er tað lokala. Í kunngerðini frá Nordvision er ongin ivi um, at vit kunnu klára okkum líka so væl sum øll onnur.
“Eitt greitt fokus á drama, ið endurspeglar norðurlendska mentan, norðurlendska veruleikan og samleikan passar væl saman við public service endamálsorðingarnar, og tað er eitt erligt og sjónligt lyfti til okkara brúkarar, sum sermerkir okkum frá øðrum veitarum,” segði Marit af Björkesten, forkvinna á Nordvision.
“Norðurlendskar dramarøðir kappast við tí bestu altjóða fiksjónina. Okkara nýggja felagsætlan og styrkta samstarv er eitt stig ímóti einum enn sterkari public service dramaúrvali, enn vit hava í dag, og tað eru dramarøðir, sum ein dag vera partur av okkara felags mentanararvi,” segði Maria Rørbye Rønn, aðalstjóri á DR.
Nýggja felagsætlanin fevnir í hesum høpi eisini um at seta eina nýggja visjón út í kortið og at seta eina nýggja samskipanarnevnd, ið er før fyri at taka skjótari avgerðir, tá ið tað kemur til nýggjar framleiðslur við menningarmøguleikum tvørtur um landamørk.
Við framtíðini í føroyskum filmi og ikki minst føroyskum sjónvarpi í huga er vert at taka íblástur frá hesum í Føroyum – ikki minst á politiskum stigi.