Hvør er Dmitrij Muratov – og hví fekk hann friðarheiðursløn Nobels?

Nakrar viðmerkingar um miðlar og politikk í Russlandi

Eftir Tór Marna Weihe
14. oktober 2021 kl. 07:56

Hevði onkur sagt tær, at ein russari í ár fór avstað við Nobelfriðarheiðurslønini – men ikki sagt tær hvør – hevði tú so gitt, at talan var um blaðstjóran á Novaja Gazeta, Dmitrij Muratov? Neyvan. Tú hevði helst gitt Aleksej Navalnyj, sum bæði viðmerkjarar og veddingarfyritøkur flest. Muratov sjálvur hevur eisini sagt, at skuldi hann valt ein russara at fáa heiðurin, so hevði hann valt Navalnyj.

Hví var tað so ikki Navalnyj, ið fekk heiðurslønina? Og hvør er hesin góði Dmitrij Muratov, ið umframt 7,5 milliónir krónur nú fær eina av heimsins tignarligastu heiðurslønum?

Spyrt tú vanliga russaran á gøtuni um tann gráskjeggjuta Muratov, so er ikki vist, tey vita hvønn tú tosar um. Men spyrt tú oligarkarnar, politikarar og vinnulívsmenn, so sært tú skjótt, at tú ikki skalt lata mildu útsjóndina hjá blaðmanninum í renniskóm og t-shirt lumpa teg: millum tey valdsmiklu eru bæði ótti og virðing fyri Muratov.

Í ár var Nobelfriðarheiðurslønin latin tveimum fólkum, tí umframt Muratov var heiðurin eisini latin Mariu Ress úr Filipsoyggjunum. Bæði eru fjølmiðlafólk, og tey fáa sambært nevndini heiðurslønina fyri “sítt týdningarmikla starv at verja rættin til frítt at siga sína hugsan í ávíkavist Filipsoyggjum og Russlandi”.

Hetta er bert triðju ferð at friðarheiðurslønin verður latin einum russara. Enn hava bert menn fingið hana – hinir báðir eru Andrej Sakharov, ið m.a. menti Tsar bumbuna fyri Sovjetsamveldið, men seinni fór at virka fyri avdubbing, og Mikhail Gorbatjov, ið sum forseti til fánýtis royndi nýskipa Sovjetsamveldi búskaparliga og politiskt. Sum kuriosum kann nevnast, at tað var peningurin, ið Gorbatjov fekk í samband við sína heiðursløn í 1990, ið varð brúktur, tá Gorbatjov, Muratov og onnur settu Novaja Gazeta á stovn í 1993. Gorbatjov er framvegis partaeigari í blaðnum.

Heiðurslønin varð kunngjørd dagin eftir, at tað júst vóru 15 ár liðin síðani kenda fjølmiðlakvinnan, Anna Politkovskaja, varð myrd í trappuuppgongdini í sínum íbúðarblokki í Moskva. Politkovskaja, ið arbeiddi fyri Novaja Gazeta,  hevði skrivað atfinngarsamt um Putin og serliga um russisku kríggini í Kekenia, og hon er bara ein av mongum fjølmiðlafólkum, ið eru tikin av døgum í árunum við Vladimir Putin við stýrisvølin. Á eina vegginum í skrivstovuhølunum hjá Novaja Gazeta hanga seks portrettmyndir. Seinastu tjúgu árini eru seks fjølmiðlafólk hjá Novaja Gazeta tikin av døgum, og sambært Muratov er heiðurslønin – ið bert verður latin livandi persónum – í grundini ætla teimum.

Novaja Gazeta hevur seinastu árini framt gravandi og kritiskan journalistikk. Blaðið varpaði m.a. í 2017 og 2019 ljós á eina blóðtysta herferð móti LGBT-persónum í Kekenia. Ramzan Kadyrov, ið er meiri krígsharri enn lýðveldisovasti, hevur fleiri ferð sagt, at tað finnast bara hinskynd í islamiska landinum í Kavkasusfjøllunum, og seinsatu árini eru fleiri LGBT-persónar úr Kekenia horvnir. Eisini hevur blaðið avdúka valdsmisnýtslu í russiskum fonglsum, har fangar m.a. verða píndir, og eisini funnið samband millum álop á russiskar andstøðingar og bloggarar og Jevgenij Prigozjin, russiska vinnulívsmannin, ið gongur undir heitinum “kokkurin hjá Putin”. Fleiri vilja vera við at Prigozjin eigur sonevnda Wagner-bólkin (Gruppa Vagnera), ið ræður yvir fleiri russiskum leiguherdeildum, sum eru partur av ymiskum vápnaðum stríðum kring knøttin, m.a. har eysturi í Ukraina.

Hví ikki Navalnyj?

Í Russlandi er tað er sjálvandi ikki farið fram við borðinum uttan viðmerkingar, at Muratov, og ikki Aleksej Navalnyj, fekk friðarheiðursløn Nobels. Navalnyj hevur seinastu árini funnist hvassliga at russiska forsetanum, Vladimir Putin, og øðrum valdsmiklum persónum, ið hava sína dagligu gongd í høvuðssætinum hjá russisku stjórnini í Kreml. Í august í fjør hevði onkur – ivaleyst fólk í russisku trygdartænastuni, FSB – hoyrt nóg mikið, og ein roynd varð gjørd at taka andstøðingin av døgum við nervaeitrinum Novitjok. Tað var um eitt hár gjørt, at hann lat lív, men ein samanrenning av hepni, eftiransni og góðari læknaviðger í Týsklandi bjargaðu honum lívið. Tá hann var ernaður so mikið, at hann aftur kundi ferðast, fór Navalnyj aftur til Russlands – og tá stóð løgreglan fyri honum á Sjeremetevofløgvøllinum. Hann varð í januar í ár dømdur fyri at hava brotið eitt forboð móti at ferðast úr Russlandi, ið hann fekk, tá hann var royndarleyslatin eftir ein dóm í 2014; ein dómur, ið tey flestu eru samd um var ógrundaður.

Stuðlar hjá Navalnyj hava víst á, at hóast Muratov og Novaja Gazeta hava gjørt gott og kritiskt fjølmiðlaarbeiði, so hava bæði blaðstjóri og blað eisini eina pragmatiska støðu mótvegis myndugleikunum í Kreml. Millum annað hevur verið víst á, at Dmitrij Peskov, talsmaðurin hjá Vladimir Putin, ynskti Muratov til lukku við heiðuslønini, hóast stjórnin hjá Putin seinastu árini hevur skert møguleikarnar hjá fjølmiðlum í Russlandi at virka frítt.

Tað er ongin loyna, at fjølmiðlarnir hava svár kor í Russlandi í dag, og sum liður í eini miðvísari herferð eru fleiri av teimum mest kritisku miðlunum seinastu árini útnevndir at vera “loyniumboð fyri fremmand ríki” sambært eini lóg, ið varð samtykt í 2012. Fleiri orsøkir kunnu vera til, at tú fært hetta spjaldrið á teg (bæði felagsskapir og privatpersónar kunnu verða “fremmand loyniumboð”), men tann vanligasta er, at tú fært fíggjarligan stuðul úr vesturheiminum (ella verður skýrdur at fáa tað). Andstøðumiðlarnir Meduza og Proekt eru tvey dømi um fremmand loyniumboð, og fyri bert tveimum vikum síðani blivu Mediazona og OVD-info – eisini tveir miðlar, ið seinastu árini hava framt kritiskan og gravandi journalistikk – lagdir afturat listanum. Miðlar, ið hava fingið spjaldrið “fremmant loyniumboð” á seg skulu gera hetta greitt í øllum tilfari, teir framleiða. Tí hava allar greinirnar hjá t.d. Meduza ein stóran gráan kassa ovast í greinini, ið við stórum bókstavum ger greitt, at talan er um tilfar, ið er framleitt av einum fremmandum loyniumboði. Tað sigur seg sjálvt, at fyritøkur ikki brúka allar sínar lýsingarpengar hjá slíkum miðlum, og fleiri av miðlunum mugu tí eisini lata aftur. Meduza og aðrir slíkir miðlar liva tí ofta av peningagávum frá lesarum. Novaja Gazeta er ein av teimum fáu, óheftu tíðindamiðlunum í Russlandi, ið enn ikki hevur fingið hetta spjaldrið á seg, og hetta er eisini ein av atfinningunum hjá Navalnyj-stuðulum, ið ikki hava veruligt álit á Muratov og hansara fólkum.

Hvønn týdning fær virðislønin?

Tað er ilt at meta um, hvønn týdning ein slík virðisløn fær. Muratov vísti sjálvur á, at peningagávan, ið fylgir við virðislønini, í roynd og veru kann hava ta avleiðing, at hann verður útnevndur at vera “fremmant loyniumboð”, tí hann nú verður “fíggjaður av vesturheiminum”. Fyri kritiskan og frælsan journalistikk í Russlandi er tó ongin ivi um, at heiðurslønin er ein sigur og eitt væl uppiborið herðaklapp. Tey, ið ynskja fólkaræði og rættartrygd í Russlandi hava brúk fyri øllum tí stuðli, tey kunnu fáa. Fleiri viðmerkjarar vilja vera við, at tann sannroynd, at Putin kom lutfalsliga snikkaleysur frá morðroyndini á og fongslingini av Navalnyj, helst hevur gjørt hann eitt sindur djarvari og styrkt autoriteru fastatøkur hansara á russiska samfelagnum. Hetta sóu vit t.d. í samband við valið til Dumuna herfyri, har ongin roynd varð gjørd at káva útyvir eyðsýnt valsvik. Myndugleikarnar fingu enntá hótt Google og Apple at taka niður appina, ið fólkini hjá Navalnyj høvdu ment til tess at samskipa “snilda” ella “taktiska” atkvøðugreiðslu (umnoje golosovanije) og á henda hátt spæla stjórnarflokkinum, Sameindum Russlandi, eitt puss. Eygleiðarar meta eisini, at Putin meiri ósmæðin kann stýra við harðari hond, nú hann sær, at tað er eydnast Lukasjenko at verða sitandi í Belarus, hóast harðar atfinningar úr vesturheiminum. Tað er tí eisini altíð ein balansugongd, tá ið vesturheimurin roynir at stuðla andstøðingum í Russlandi, bæði tí tað kann skjótt koma okkum aftur um brekkur, men eisini tí hesi djørvu fólkini møguliga seta seg sjálvi í lívsvanda.

Samanumtikið, so er tað helst rætt og væl hugsað, at lata Muratov friðarheiðursløn Nobels 2021. Fólkini á Novaja Gazeta hava hana so ruddiliga uppiborna, og tá tað umræður atlit til royndirnar at byggja brýr millum vesturheimin og Russland, so er eisini talan um eina strategiskt skilagóða avgerð, alt samanumtikið. 

--------------------------------------------------------------------------------

Tór Marni Weihe er Stud.mag. í Praktiskari filosofi & Russiskum máli og viðurskiftum